Tá 16 ára gamli Jonn Johannessen kom á vøllin í gjár til sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá KÍ, so var hetta samstundis eisini ein av yngstu leikarunum, sum hevur umboðað KÍ. Í øllum førum í nýggjari tíð.
Jonn Johannessen var 16 ár og 119 dagar, tá hann í gjár fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá KÍ. Hann kom inn í 82. minutti, tóktist púra ósmæðin og var við í nógvum hjá KÍ seinastu løtuna. Talan er um ein av yngstu leikarunum hjá KÍ í nýggjari tíð.
Aðrir 16 ára gamlir leikarar hjá KÍ hesa øldina í bestu deildini ella í kappingini um løgmanssteypið eru m.a. Óli Ey. Poulsen, Tórur Jacobsen, Aksel B. Danielsen, Jákup B. Andreasen, Kristoffur Jakobsen og Jón Jacobsen.
Hetta er triði leikarin hjá KÍ frá ungdómsdeildini, sum í ár fær sínar fyrstu minuttir á besta liðnum. Hinir eru Óli Ey. Poulsen og Jóhan W. Høgnesen.



