Mikkjal Pauli Lamhauge kom aftur fyrr í kvøld eftir ein roktúr norðanfyri við snellu.
Mikkjal Pauli Lamhauge kom aftur fyrr í kvøld eftir ein roktúr norðanfyri við snellu.
Mikkjal Pauli Lamhauge hevur í eini 5-6 ár roynt við snellu um hesa árstíðina við bátinum Baranda. Men hendan túrin var fongurin heilt óvanliga góður.
– Eg meti tað til eini 7500 pund, harav meir enn 6000 pund er toskur. Eg havi ongantíð gjørt ein slíkan túr áður. Eg havi havt snellu fiskiskap at hygga mær við seinastu árini um hesa ársins tíð, segði ein væl nøgdur Mikkjal Pauli Lamhauge við Norðlýsið, tá hann fór at avreiða hjá NFCS. At ein maður fær so nógvan fisk er óvanligt seinastu árini.
Fyrr í dag hoyrdu vit eisini frá sera góðum fiskiskapi hjá øðrum snellubátum. Nakað áðrenn Baranda avreiddi, hevði snellubáturin Daisy Maria avreidd 1800 pund. Teir vistu eisini á bryggjuni at siga frá størra snellubátinum Sigurfarinum, at hann hevði fiskað 7000 pund í gjár. Annars var eingin av smáu snellubátunum úti í dag. Mikkjal Pauli vónaði at sleppa avstað aftur hósdagin. Sum myndirnar vísa, so var talan um stóran tosk eins og teir fáu upsarnir eisini vóru stórir.
Les eisini:




