Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Mín størsta ítróttarliga avbjóðing higartil, sigur Pól Sundskarð

Treysti

Pól Sundskarð er farin til Bornholm, har hann fríggjadagin 3. mai kl. 12.00, stendur á startstrikuni til sína størstu ítróttarligu avbjóðing higartil. Pól er ein nokk føroya kendasti ultrarennari, og hevur áður luttikið í 100km, 7 marathon í 6 dagar og tvær ferðir í 24 tíma renning. Nú hevur hann sett sær størri mál.

Hann skal luttaka í Salomon Hammer Trail á teininum 100 míl (160,9 km). Salomon Hammer Trail, sum fer fram í norðurendanum av Bornholm, sigst vera harðasta sonevnda “trail” renning á danskari jørð.

Rutan er fyrst ein prologur og síðani seks umfør á umleið 25,7 km. Lendið er sera fjølbroytt, runnið verður sum minst á asfalti, og mest á skógargøtum og skógarvegum. Í 100 míla kappingini er talan um samanlagt 4.800 hæddarmetrar, og tí verða ávís krøv sett luttakarunum.

Fyri at sleppa at luttaka í hesi kapping, so skulu ávís krøv lúkast, sum minna um eina slíka kapping. Tvs. ein skal hava gjøgnumført t.d. Ironman, 100km ella líknandi kappingar. 

Trygdin hjá luttakarunum er í hásæti, og tí skal eisini rennast við ymiskari “trygdarútgerð” hjá sær, so sum fartelefon, plástur, vatn, pannulykt o.a.

Meðan runnið verður, so eru eisini tíðarkrøv, har ein skal hava runnið so og so langt uppá ávísa tíð, tvs. um tú ikki nært eitt sokallað “checkpoint” til tíðina, so verður tú steðgaður, og sleppur ikki at halda fram.

Á hesi leinkjuni aftanfyri kann meira lesast um kappingina:http://www.tejnif-lob.dk/salomon-hammer-trail.

Hvussu hørð rutan er, kann ein síggja á hesi leinkju niðanfyri. Hetta stutta Youtube filmsbrotið vísir hvørja avbjóðing Pól Sundskarð nú fer undir: Salomon Hammer Trail 100 miles.

Norðlýsið ynskir Pól góða eydnu við hesi kappingini