Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minkandi vindur í dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Tað er enn nakað av vindi kring oyggjarnar. Tó ikki líka nógvur vindur, sum í gjár. Vindurin er minkandi. Í morgun kemur vindurin úr útsynningi-suðuri – vindferðin er í miðal fyri alt landið hvassur vindur, 17 – 18 m/s. Útsynningur-sunnan er ikki líka ring ætt allastaðni. Vindmátarin vísur vindferð upp í 4 m/s á Kaldbaksvegnum, meðan máld eru heilt upp í 32 m/s í Ørðaskarði við Fámjinsvegin. So munurin er ikki lítil, hvussu ættin er á staðnum.

Tað er eitt lágtrýst yvir Ísland, sum sendir luftina hendavegin úr útsynningi-suðuri. Luftin stavar úr einum øki í miðjum Norðuratlantshavi. Lágttrýstið fer í dag at flyta seg norðureftir. Í kvøld verður tað statt langt norðan fyri okkara leiðir, og ættin fer at broytast upp í útsynning. Vindurin fer í dag at minka niður í eitt andøvsgul, 8 til 10 m/s. Yvirhøvur verður skýggjað í dag, og okkurt ælið fer at koma, men eisini fara at vera sólglottar.

Í morgin fer kaldari luft úr Eysturgrønlandi at streyma í móti okkum, og tá fer hitin nøkur stig niðureftir. Men í dag fer hitin at liggja um 9 til 10 stig, soleiðis sum hann hevur ligið mestsum alt heyst og sum er farið av vetrinum.