Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár hava bæði kommunurnar og landið fingið minni inn í skatti enn sama tíðarskeið í fjør. Hjá landinum er talan um eina lítla afturgongd – minni enn 200.000 krónur. Uppgerðin hjá TAKS vísir, at hjá føroysku kommununum er samlaða afturgongdin fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár 7,6 milliónir krónur.

Millum størru kommunurnar hava bæði Klaksvíkar kommunu og Tvøroyrar kommuna framgongd, meðan eitt nú Runavíkar kommuna og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár sammett við í sama tíðarskeið í fjør. Tórshavnar kommunu var millum kommunurnar, sum lækkaði sítt skattaprosent í fjør.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2013 eru slakar 56 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 9,3 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 10 milliónir krónur meira. Eisini inntøkurnar frá kirkjuskatti eru eitt vet størri higartil í ár.
Eitt fyrivarni við at samanbera skattainntøkur hesa ársins tíð, er, at skattainntøkurnar hjá bæði landi og kommunum kunnu ávirkast av, nær páskirnar eru.
Yvirlit yvir kann fyribilsskattin kann síggjast (leinkja)
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjast (leinkja)