Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minni vindur næstu dagarnar

Okkara veðurmaður: Hanus Kjølbro, Sjónám. Mynd Oliver

Vindurin er komin úr lágum vestri í tveir dagar. Vindferðin hevur ligið um 10 til 15 m/s – í løtum upp í 13 til 18 m/s – og soleiðis sær út, dagurin í dag eisini fer at verða. Ælaveður og hiti ímillum 7 og 9 stig.

Í morgin verður øðrvísi. Dagurin byrjar við, at vindurin minkar niður í 3 til 8 m/s, og ættin fer upp í norðan. Allan dagin regn ella ælaveður. Um kvøldið verður ættin landnyrðingur, og vindferðin minkar niður í 2 til 5 m/s. Hitin í morgin fer at liggja um 5 til 6 stig.

Fríggjadagin og leygardagin verður eftir øllum at døma gott veður. Vindferðin fer at liggja um 2 til 7 m/s úr suðuri og útsynningi, og onkrir ælingar fara at koma. Hitin hesar dagarnar fer at liggja um 5 ti