Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni

Ráðið fyri Ferðslutrygd

Sunnudagin 7. juli er Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey sum doyðu í ferðsluni og tey, sum noyðast at liva við missinum.

Sunnudagin 7. juli er Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey sum doyðu í ferðsluni og tey, sum noyðast at liva við missinum.

Ferðsludeyði er knappligur og rakar meint; og sorgin hjá teimum sum eftir sita er drúgv og ofta støðug. Síðani seinasta minningardag eru trý – ein kvinna og tveir menn – sum fóru frá húsum, og sum ongantíð vendu heim aftur. Tað eru trý ov mong.

At eingin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni krevur áhaldandi arbeiði frá fleiri síðum. Avbjóðingin er alsamt at skapa minking. Síðani fyrsta ferðsluvanlukkan í Føroyum kravdi mannalív í 1928 eru tilsamans 275 deyð.

Eins og undanfarin ár verður minningardagurin hildin fyrsta sunnudagin í juli. Henda dagin verða blómutyssi løgd út har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, hendu.

Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja ferðsluvanlukkur og at fáa okkum øll at steðga á og minnast tey, vit mistu í ferðsluni. Tá onkur doyr í ferðsluvanlukku eru onnur offur enn tann sum doyr, nevniliga familja, vinfólk og onnur við. Minningardagin eiga vit eisini at minnast tey sum mistu.

Tað var Ingi Gunnarsson úr Havn, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum.

Tórshavn, 2. juli 2012

Ráðið fyri Ferðslutrygd