FØROYA SJÓMANNADAGUR _ Skrá fyri mikudagin 14. august
Kl. 09.00 Gongutúrur byrjar úr Kunoy. Gingið verður uppum Skarðsgjógv og til Skarðs. Møtt verður uppi í Keldum í Kunoy.
Kl. 09.30 Dragin fer av Klaksvík og norður um Nakkin. Tekning á Kunningarstovuni tel. 456939.
Kl. 10.00 Gongutúrur úr Haraldssundi og norður til Skarðs. Møtt verður norðuri í bátahylinum.
Kl. 10.30 – 13.00 Bátar sigla úr Haraldssundi norður til Skarðs.
Kl. 12.00 Stuttur gongutúrur niðan í Skarðdal.
Kl. 14.00 – 16.00 Minningarhald á Skarið:
• Nevndin bjóðar vælkomin.
• Felagssangur: Eg smáttu veit á grønu ong..
• Jógvan Fríðriksson sigur nøkur orð.
• Minnisvarðin verður avdúkaður.
• Fløggini vundin í fulla stong.
• Hans Pauli Olsen greiðir frá listaverkinum.
• Jóan Pauli Joensen sigur nøkur orð.
• Sangurin um Skarðsbygd hjá Hans J. Glerfoss verður sungin.
• Óluva Klettskarð sigur nøkur orð.
• Felagssangur: Á mønu hjalsins stari.
• Formaðurin handar borgarstjóranum minnisvarðan til varðveistlu.
• Borgarstjórin sigur nøkur orð.
• Nevndin hevur orðið og takkar fyri.
• Tjóðsangurin verður sungin.
• Umleið kl. 16.00 Bátar byrja at sigla fólk heim aftur.
Kl. 17.30 – 20.00 Smurt breyð, suppa, kaffi og kaka í bygdahúsinum í Haraldssundi.
Kl. 17.30 – 22.00 Lutir av Skarði liggja frammi á Bakkavegi 5.
Kl. 17.30 – 20.00 Lutaseðlar verða seldir: Vinningur: Listaverk eftir Fridjof Joensen.
Kl. 18.30 – 20.00 Kvøldseta í bygdahúsinum í Haraldssundi:
• Hanus G. Johansen syngur.
• Andrass Sólstein heldur fyrilestur
• Hanus G. Johansen syngur.
• Hansa Glerfoss sigur nøkur orð.
• Hanus G. Johansen syngur sangin um Skarðsbygd hjá Hansa J. Glerfoss.
• Felagssangur: Yrktur sangur til minningarhaldið.
• Niels og Helgi Midjord syngja.
• Hanus G. Johansen syngur.
• Felagssangur: Nú dagur at enda er.




