Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minningarhald á Syðradali 1. nov 2007: Jesunavnið aldri bliknar

John William Joensen

– Orð kennast so fátæk slíkar løtur, men tað er gott at vita, at tað er Ein, sum ikki kennir ráðaloysi, segði Karstin Hansen løgtingsmaður m.a. í røðu sínari 1. november við minnisvarðan á Syðradali.

Vit endurgeva her røðuna, sum Karsten Hansen løgtingsmaður helt við minnisvarðan á Syðradali Alla Halgannadag 1. november 2007:
———————-

Síðan tað fyri góðum mánað síðan varð heitt á meg um at siga nøkur orð í samband við minningarhaldið Alla Halganardag á Syðradali, havi eg dagliga hugsa um, hvørt eg fór at megna at bera ein greiðan og virðiligan boðskap fram eina slíka álvarsama løtu sum hesa.

– – –

Mangir føroyingar hava onkustaðni á lívsleiðini møtt hesum, at onkur í familiuni, granni ella ein, sum ein kennir væl, knappliga varð ryktur burtur í samband við vanlukku ella sjúku. Orð kennast so fátæk slíkar løtur, og vit hava lyndi at ivast um, hvussu vit skulu vísa samkenslu við teimum, sum so svárliga hava mist og kenna djúpan sakn.

Men tað er gott at vita, at tað er Ein, sum ikki kennir ráðaloysi. Hann ið sigur:

“Komið higar til Min, øll tit ið strevast og hava tungt at bera; eg skal geva tykkum hvílu!
Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær – Tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta – so skulu tit finna sálum tykkara hvílu!
Tí ok mítt er gagnligt, og byrði mín er løtt.”

Í sálmi 146,9 stendur, at Harrin heldur faðirleysum og einkjum uppi. 

Hetta má eg sanna sum ein veruleika, tá tankarnir leita aftur til barnaárini í Søldarfirði, har stórur partur av kvinnunum í bygdini vóru einkjur; tær høvdu mist mannin, summar eisini beiggja, svág, pápa ella son. Fleiri av hesum sótu eftir við stórum barnaflokki.

Í allari neyðini  ásannaðu tær, at tað er satt, sum stendur í Sorgarsongunum 3, 21-26:

“Men hetta skal eg leggja mær á hjarta, og tí skal eg vóna: Tað er náði Harrans, at tað er ikki úti við okkum, hon er ikki uppi enn. Hon er nýggj hvønn morgun, stór er trúfesti Tín. Harrin er lutur mín – sigur sál mín – tí vóni eg á Hann.
Harrin er teimum góður, sum bíða eftir Honum, tí sál, ið søkir Hann.
Tað er gott, at ein bíðar stillur eftir frelsu Harrans.”

– – –

Serliga er ein hending, sum festi seg í mítt barnasinni, tá eg var knapt 6 ára gamal, og sum aftur og aftur kemur fram fyri meg.
Eg var sum so ofta og spældi við ein av bestu barndómsvinum mínum Kristian Rasmussen. Tey vóru átta systkin.
Størru brøður okkara høvdu demmað ein stóran hyl, har vit sigldu við ymiskum sløgum á bátum og skipum.Vit góðv teimum nøvn, ofta eftir hvussu skipini kallaðust, sum pápin ella onkur annar í nærumhvørvinum sigldi við.
Fyri meg var hesin dagurin eins góður og tryggur sum vanligt. Men so brádliga broyttist alt!

Eg minnist, at eg stóð á sunnara áarbakkanum, og Kristian á tí norðara. Beiggi hansara, sum var um 3 ár, sat í einari avskornari tunnu í hylinum. Kristian fortelur tá knappliga, at pápi hansara, Jens, var farin upp til Jesus! Hann var sligin út av sluppini Columbus og druknaður.
Í einum nú broyttist alt, alt steðgaði upp.
Myndin frá hylinum og hesum nýggja veruleikanum frystist í sjón míni og er har enn, líka klár sum hon var fyri góðum 57 árum síðan.

Eg fekk ikki hetta at hanga saman, at vinmaður mín nú knappliga ongan pápa hevði. Eg fór at hugsa um, at pápi mín, sum jú eisini var sjómaður, kanska eisini fór at doyggja, og harvið eisini verða tikin frá mær. Tað var eins og alt sindraðist innan í mær og kring meg.

– – –

Tá “Tór 2” bleiv skotin niður undir Íslandi 18. okt. 1942, høvdu teir í einar tveir tímar frammanundan verði jagstraðir av týskum kavbáti. Manningin visti, at lívstráðurin knappliga kundi verða skorin av.

Malmberg, sum var ein av trimum, ið blivu bjargaðir, greiddi í sjónvarpinum frá, at um 5-tíðina kom 24 ára gamli Jens Christian Hammer úr Søldarfirði, sum eg eri uppkallaður eftir, niður í lugarið eftir at hava havt útkikk á stýrhústakinum.

Hann rætti seg inn á hillina í koyggjuni eftir heimamissiónssangbókini, blaðaði upp og sang síðan sangin:

Jesunavnið aldri bliknar,
slítist ei av tíðar tonn,
Jesunavnið aldri viknar,
Guds orð eru ævigt sonn.
Tað ber boð til ung og gomul,
gevur lív og frið í sál,
og tað savna kann øll somul,
leiðir sálir fram á mál!

Eg má elska Jesunavnið;
Frelsu, frið í tí eg fann,
andans eld fekk í hans favni.
Eingin frelsir uttan hann!

Jesunavnið vakurt ljóðar,
lat tað ljóma her á fold!
Hann ta stóru gávu bjóðar,
sælan frið til óreint hold.
Óndskapur tað navn má skýggja,
lygn og hatur flýggja má.
Jesu navn vil rættferð síggja,
tað Guds ríki bygt er á.

Í tí myrku nátt áminnir
sum ein viti Jesu navn,
og hvør hjálparleysur finnur
inn í tryggu himmalhavn.
Og tá sólin meir ei skínur,
lýsir Jesu navn á nátt,
og hin frelsti flokkur trínur
fyri Gud og syngur hátt.
 
Tá hann var liðugur at syngja,  legði hann bókina inn aftur á hillina. Í tí sama brast, og skipið fór til botns.
 
Hesin ungi maðurin var nú í at kalla einum eygnabragdi fluttur heim í tryggu Himmalhavn, har hann kundi halda á at syngja um navni Jesus, sum aldri bliknar.
Hansara seinastu orð hesumegin vóru endin av niðurlagnum:  “Eingin frelsir uttan Hann”.

– – –

Bíblian tosar nógv um at minnast ávísar hendingar. Harrin minti Ísraels fólk eins og okkum á at minnast ávísar hendingar, sum høvdu og hava serligan týdning.

Hesin minnisvarði, sum vit standa við, ber boð um, at hendan lítla bygd – við hesum reystu fjøllum í bakgrundini og við útsýni yvir Kalsoyarfjørð, har vitin á Høvdanum hevur kastað sítt ljós útyvir fjørðin og hevur leitt mangt illa statt far trygt í havn – at hendan lítla bygd eisini gjøgnum tíðina mangan hevur verði rakt av vanlukkum  bæði á sjógv og landi.

Tey, sum eftir sita og sótu, kendu, hvussu torført og óskiljandi tað var so brádliga at missa ein av sínum kæru.
Hvussu gott hevur tað ikki verið hjá teimum at kunna syngja sum Jens Christian: Jesunavnið aldri bliknar, slítist ei av tíðar tonn, Jesusnavnið aldri viknar, Guds orð eru ævigt sonn. Tað ber boð til ung og gomul, gevur lív og frið í sál, og tað savna kann øll somul, leiðir sálir fram á mál!

Tøkk eiga tit uppiborna, sum hava reist hendan prýðiliga minnisvarða og harvið hava givið okkum møguleika at koma saman á hesum stað at minnast tey, sum farin eru undan okkum.

Hvør gott er tað ikki í neyðini at kunna rópa til Hansara og útoysa sítt hjarta fyri Honum, sum heldur einkjum og faðirleysum uppi.

Hvør gott er tað ikki, at kenna Hann, sum øllum valdar, og sum sagt verður um; Sum vinur við vin umgongst Harrin tey, ið óttast Hann, og sáttmáli Hansara skal verða teimum kunngjørdur.

Hann er ikki gloymskur eins og vit, tí í Sálmi 105,8 lesa vit: “Hann minnist í allar ævir sáttmála sín, í túsund ættarlið orð sítt”. Á hvør ein Harri og frelsari.

Vit drýpa høvur í samkenslu við teimum, sum mist hava.

Vit minnast í tøgn hesar sum farnir eru:
 
Magne Hentze 35 ár, Tvøroyri
Druknaði við bryggjuna í Havn tann 31.12.06
 
Símun Bertelsen 53 ár, Strendur
Deyður umborð á Strandingi tann 08.01.07
 
Marnar F. Dam 36 ár, Oyndafjørður
Deyður umborð á Alibátinum Jónleyg tann 21.05.07
 
Hentsar Magnussen 55 ár, Tjørnuvík
Datt oman í Sjeyndum og funnin deyður á sjónum 28.10.07
 
Ærað veri minnið um teir, sum farnir eru.

Vit skulu minnast teir í tøgn.

– – –

Ærað veri minnið um Magna Hentze, Símun Bertelsen, Marnar F. Dam og Hentsar Magnussen.
 
Takk fyri.