Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minningarhald í Søldarfirði

Hannefía Joensen

Í samband við at 75 ár eru liðin, síðani sluppin ”Immanuel” gekk burtur, var minningarhald í Søldarfirði leygarkvøldið 14. apríl.

Fyrst var minningarhald við minnisvarðan í Søldarfirði, har Hans Jacob Lamhauge, borgarstjóri segði nøkur orð og kransar vórðu lagdir.
Síðani varð farið í skúlan, har borðhald varð og røður vórðu hildnar. Væl av fólki var komið saman, eini 200 í tali. Har vóru nógv av bygdarfólkinum, eftirkomarar hjá teimum í sjólótust, avvarðandi hjá øðrum, ið eru farin á sjónum og ymisk onnur.
Ragnar Olsen leiddi haldið og tey, ið hildu røður, vóru Óli Jacobsen, Maria Jacobsen, Dávur Jacobsen og Sámal Petur í Grund. Eisini vórðu nakrir sangir sungnir.

Korini hjá føroyska
sjómanninum

Mangt áhugavert kom fram. Í røðu síni greiddi fyrrverandi fiskimannafelagsformaðurin m.a. frá korunum hjá føroyska sjómanninum upp gjøgnum tíðirnar. Hann nevndi, at frá 1870, tá ið sluppfiskiskapurin tók seg upp, og fram til krígsbyrjan í 1940 doyðu umleið 1000 føroyingar á sjónum. Taka vit krígsárini við, verður talið 1200.
Óli Jacobsen nevndi um ymiskar tilburðir á sjónum og kom eisini inn á sosialu trygdina, ella rættari ta væntandi trygdina, ið var tá á døgum. Tá ið menn soleiðis doyðu frá konum og børnum, datt mangan inntøkan hjá teimum, sum eftir sótu, fullkomiliga burtur.

Tær føroysku sjómanskonurnar
Næst at halda røðu var Maria Jacobsen, ættað úr Søldarfirði. Hon greiddi fyrst frá gongdini í samband við, at minnisvarði um teir sjólatnu í Søldarfirði varð reistur í 1983.
Síðani nam hon við støðuna í Søldarfirði eftir sorgartilburðin í 1932. Hon nevndi øll húsini, sum tá vóru í bygdini, og vísti á, at øll somul onkursvegna vórðu rakt av hesi stóru vanlukku. Mitt í sorgini og orsakað av henni varð eitt slíkt samanhald í bygdini, sum má sigast vera heilt sjálvsamt. Øll vóru góð við hvønn og klandraðust ongantíð. Ikki minst á átrúnaðarliga økinum var eitt fyrimyndarligt samanhald og stórur kærleiki, hóast ikki øll hoyrdu til sama trúarrætning.
Hon greiddi eisini frá eini hjartanemandi søgu um eina av einkjunum, sum ikki visti, hvør tað var, sum slerdi grasið fyri hana. Í fleiri ár upplivdi hon, at alt grasið, ið hoyggjast skuldi, var sligið, tá ið hon kom upp um morgunin. Tað eina árið var ein onnur einkja á fótum ein morgunin um 6-tíðina. Tá sá hon tveir lambamenn fara gjøgnum bøin á veg til Lamba. Teir høvdu tá verið og sligið allan bøin hjá hesi einkjuni uttan at vera bidnir.
Eisini hugleiddi Maria um ta føroysku sjómanskonuna og segði, at tær mongu, sum mistu menn sínar á sjónum í hesum ringu tíðum, høvdu ikki sín líka í heiminum. Tær høvdu upp í eini 10-12 børn og skuldu vera forsyrgjarar, barnauppalarar og sálarfrøðingar. Tær høvdu kúgv, seyð, høsn, tær høvdu hoyggj at hugsa um og mangt, mangt annað.

”Breyð av himli”

Dávur Jacobsen úr Søldarfirði segði eisini nøkur orð. Pápi hansara, Per Jacobsen úr Niðaragerði, var ein av teimum, ið sjólótust við Immanuel. Eftir sat mamman við 6 børnum. Dávur var 5 ára gamal, tá ið tað hendi. Hann minnist, hvussu stór sorg tað var at missa pápan. Men hann nevndi eisini um, hvussu gott samanhaldið var í bygdini, og hvussu væl øll hjálptu hvørjum øðrum.
Hann mintist ein dagin, tá ið einki var at eta, at tá ið tey fóru út fyri dyr, stóðu posar við saltmati á trappusteininum. Tað var ”breyð av himli”, sum hann málbar seg.
Ein dagin, hann kom inn í stovuna, sótu omma og mamma hansara og grótu. Tað var einasta ferðin, hann sá mammu sína gráta. Hann helt, at tað var, tí hon ikki vildi, at børnini skuldu síggja, hvussu stóra sorg hon bar.

Samanhald og
næstrakærleiki

Sámal Petur í Grund var seinasti røðarin. Eisini hann kom inn á tað góða samanhaldið og næstrakærleikan, sum sermerkti bygdina í hesi stóru sorg. Søldarfjørður stóð saman, sum um at øll vóru rakt, segði hann.
Tað, at eitt arbeiðspláss fanst í bygdini, har arbeiði eisini var til kvinnur, hevði ein øgiligan týdning. Ja kanska so stóran, at tær einkjur sum blivu eftir, ikki nýttust at fara av bygdini eisini.
Sámal Petur nevndi eisini um bøndurnar í bygdini, sum vístu sítt stórsinni, við at lata hvørt einasta hús í bygdini hava eina ær í kenning gangandi í haga teirra. Harumframt veit eg, at tað var ikki smávegis sum kom umframt hetta, eisini frá bøndrunum, segði hann.

Ein góð løta

Hetta var ein góð og hugvekjandi løta. Tey, ið vóru til staðar og ikki minnast slupptíðina og teir mongu sorgartilburðir, sum tá vóru, fingu eitt gott innlit í livilíkindi og umstøður hjá teimum, ið tá livdu.

Harleyfacadeacryl