Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík

Dávur Winther

Tað vóru rættiliga nógv fólk við til allahalgannahaldið í gamla kirkjugarði í Vágstúni í dag, 1. nov. kl. 15. Øssur Kjølbro, sóknarprestur flutti fram røðu. Veðrið var av tí besta, tó at tað var kalt.

Skráin varð henda:
Kórsangur, Betesdakórið – Ver tú hjá mær
Felagssangur, Stýr míni skútu
Røða, Øssur Kjølbro, sóknarprestur

Kransar
Klaksvíkar Býráð, Atli S. Justinussen, varaborgarstjóri
Vegna Føroya Landsstýrið, Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í Fíggjarnevnd Løgtingsins
Klaksvíkar Útróðrarfelag, Jógvan Páll Steinberg, formaður
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Jastrid W. Niclasen, forkvinnan
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Absalon Hansen, formaður

Kórsangur Betesdakórið – Mín Hirði góður Harrin er
Felagssangur – Ja, sig honum takk

Tøkk, Dávur Winther, mentanarleiðari

Eftir haldið varð boðið til drekkamunn í Betesda