Á Syðradali var minningarhald teirra sjólætnu við minnisvarðan. Jóannes Purkhús, prestur helt røðu, sum niðanfyri:
Allahalganna røða
Í eini hugleiðing um bygdina, Viðareiði, skrivar skaldið Christian Matras millum annað soleiðis:
“Skal eg í fáum orðum siga útlendingum frá teirri náttúru, sum er uttan um lítilheimin hjá fólki her úti í havi, so verða orðini: hon var tað vandamikla, tað ræðiliga, tað magnmikla – og tað, sum var friðsælari enn alt tað sum heimurin fær loftað. Tíðliga lærdu vit at sannkenna tann sterka veruleika, sum hædd og hav og hin skiftandi leikur av frummáttum skapaðu.”
Orðini hjá Christiani Matras eru beinrakin, og sjálvur kenni eg meg aftur í teimum. Sum prestur við sæti í Ónagerði á Viðareiði eri eg granni við barnaheimið hjá Christiani Matras, á Brekkumørk, og livi og virki mitt í hesum skiftandi leiki av frummáttum: Viðhvørt er kyrt og dýrd. Sólin sær, og himin er heiður. Aðrar tíðir er ókyrt og illveður. Hvirlurnar strangar, og vindurin nógvur. Viðhvørt skoðar eygað hitt vakrasta sólsetur, ja, hin vakrasta reydliga litin, ið hugsast kann, ið er so vakur, at sinnið ikki megnar at rúma honum, meðan brimið aðrar tíðir stendur í grasið. Tá tykist alt hóttandi, og tá sýnir náttúran sína magnmiklu megi, sína styrki. – – Men soleiðis er náttúran; soleiðis kenna vit hana: Hon er ein støðugt skiftandi leikur. Hon leikar í og øsir seg upp, og so er hon kvirr. Hon kann vera tað mildasta og blíðasta, men hon kann eisini vera tað náðileysasta av øllum. Hon bæði kínir okkum og hartar okkum.
Í dag – 1. novembur, ið er allahalgannadagur – minnast vit tey, ið farin eru á sjónum farna árið. Og tað er við virðing og í sorg, at vit ein dag sum í dag drýpa høvur og minnast kvinnur og menn, ið fingu eina váta grøv og ikki bóru boð í bý. Vit minnast tey, ið brádliga fórust av vanlukkuávum. Í bønum okkara minnast vit eisini tey, hvørs tilvera broyttist fullkomiliga, har ið alt knappliga varð vent á høvdið, tí ein av teirra kæru brádliga fórst av ólukku.
Føroyar er eitt vakurt land, og føroyska náttúran er vøkur: Hitt víða havið og høgu fjøllini, ja, náttúran øll er ein føgur sjón. Men føroyingar hava upp gjøgnum øldirnar eisini lært og sannkent, hava kent á egnum kroppi, at handan alt tað vakra og dragandi, liggur nakað vandamikið fjalt, ið vit ikki hava ræðið á, ið vísir okkum á, hvussu hjálparleys og lítil vit í roynd og veru eru. Tað er so nógvum, ið vit ikki hava tamarhald á. Vit eru so veik, vit eru so sárbær. Tað skal so lítið til hjá okkum, – og brádliga er tilveran øll vend á høvdið. Og mong eru tey, ið kendu sviðan av júst hesum: At ein av teirra kæru fórst av vanlukkuávum; at havið og fjøllini tóku tað dýrasta, tey áttu.
Skaldið, Janus Djurhuus, sigur tað so væl: “Har ljós brenna fá undir lágari lon, sæst gjølla, tá eitt av teim sloknar.” Tað er so svárt, og tað rakar so meint, tá ið vit missa ein av okkara kæru. Tá ið eitt ljós brádliga sloknar okkara millum. Tá kennist tað, sum koma dimm skýggj og skugga fyri sólarljósinum, ið stavar av himni. Og hetta hevur fólk okkara kent í stóran mun, har ið lagnan var hørð og ólukkan rakti.
Mangan verður havt á orði, at lívið er eins og ferð í báti yvir lívsins hav – á lívsins og tilverunnar havi. Har ið tað stundum rekur við og stundum rekur ímóti. Og dagurin í dag, allahalgannadagur, er okkum ein áminning um júst henda veruleika: at vit sigla vandasjógv. At vandar lúra á leið okkara, og at svárur er saknurin, tá ið sorgin rakar. Ein slíkan dag, minna vit okkum á, at vit eiga at hava virðing fyri teimum, ið hava virki sítt á sjónum. At vit eiga at virðismeta teirra arbeiði fyri land og tjóð, og at vit ongantíð eiga at gloyma tey, ið farin eru av vanlukkuávum. Ei heldur eiga vit at gloyma tey, ið eftir sita og hava mist ein av teirra kæru; yvir hvørs lív dimmir skuggar vórðu kastaðir, tá sorgarboð vórðu borin um, at ólukkan hevði rakt, og lívið ongantíð gjørdist tað sama aftur. Latum okkum altíð minnast til teirra, ið eftir sita í bønum okkara og veita teimum ugga og troyst og umsorgan.
*
Men hvagar skulu vit so leita? Hvør kann hjálpa okkum?
Jú, skjól okkara er Jesus Kristus!
Tað er so nógv, vit ikki skilja, og tíðum standa vit undrandi: Hvar vart tú? Hví komst tú okkum ikki til hjálpar, tá ið neyðin rakaði? Hví loyvdi tú hesum? Gáturnar eru so nógvar, og spurningarnir stinga seg upp.
Men júst tá er tað, Jesus kemur til okkara og sigur við okkum: “Hav tú gott treysti. … Fell ikki í fátt!” Og tað sigur hann, tí hann er lívsins harri, ið við uppreisn síni hevur sigrað á deyðanum. Jesus er tann, ið hevur kent líðing og deyða á egnum kroppi; ið hevur umsorgan við okkum. Hann hevur ongantíð lovað okkum, at alt skuldi verða lætt, men hann hevur lovað at vera við okkum í lívsbátinum, at fylgja okkum á ferð okkara. At vera við okkum allar dagar, alt til veraldar enda – bæði tá ið gongur við, og tá ið gongur ímóti, í lívi sum í deyða.
Ja, hondin, ið leiðir okkum, er Kristus. Hondin, ið styðjar okkum, tá ið vit eru um at falla, er Kristus. Og hondin, ið heldur okkum og aldri sleppur okkum, heldur ikki, tá ið deyðans fjørður verður rógvin, er eisini Kristus.
Og í hansara hendur leggja vit eisini øll okkara kæru, ið undan eru farin, og tey, ið farin eru á sjógvi og landi upp gjøgnum øldirnar og hetta seinasta árið.
Ærað veri minnið um tey, ið farin eru á sjógvi og á landi her í landi okkara og í hesi bygd og í hesi oyggj.
Guð varðveiti tey hjá sær og gevi teimum, ið eftir sita, styrki og áræði til at syrgja við vón.
Amen!




