f. 28.06.1963 – d. 19.08.2014: “Fróur á morgni um fløtur tú leikti sum fljótasti folin”; yrkti stóra skald okkara Janus Djurhuus um vinmannin Jens Olivur Lisberg, sum skapaði “merki” okkara, og í fjóru reglu yrkir hann víðari: “leikbrøður vátta sín harm, hendan varða veittu teir vini”.
“Fróur á morgni um fløtur tú leikti sum fljótasti folin”; yrkti stóra skald okkara Janus Djurhuus um vinmannin Jens Olivur Lisberg, sum skapaði “merki” okkara, og í fjóru reglu yrkir hann víðari: “leikbrøður vátta sín harm, hendan varða veittu teir vini”.
Hesi orð runnu mær í huga, tá ið vinur og leikbróður frá barnaárunum Rógvi lýsti teg og barnaheim títt við væl valdum orðum við kistuna úti í kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tungt var at koma inn í barnaheimið hjá tær í Bøgøtu henda morgunin, har eg fekk at vita, at tú brádliga var tikin inn í deyðan mitt í tínum virkna arbeiði, sum tú var sera glaður fyri, og heimið aftur varð rakt av stórari sorg.
Tankarnir fóru aftur til tíni barnaár; glaður, gløggur og jaligur, var altíð við tí góða orðinum. Seinni komu ungdómsárini, og vit komu at virka saman eitt stutt tíðarskeið á skipsdekki.
Tú fylti nógv í lívinum hjá okkum, ið stóðu tær nær við tínum lætta, blíða, vinsæla og skemtiliga lyndi, so sorgin og saknurin kennist sera svárur.
Nú er eingin, ið tekur telefonina við tíni altíð ríku vitan um dagsins viðurskifti í samfelagnum bæði á sjógvi og landi.
Jarðarferðin hjá tær var merkt av einum stórum vinaskara, ið vildi vísa tær seinasta heiðurin her á fold.
Løtan í Christianskirkjuni, tá granni tykkara Óli Poulsen sang sangin um “silvurstreingin”, sum slitnar, var rørandi. Eisini løtan í góðveðrinum hendan sunnudagin á veg út í kirkjugarðin, har steðgað varð á uttan fyri barnaheimið, har pápi tín stóð sorgarbundin í vindeyganum, var kensluborin.
Tær untist ikki nakað langt foldarlív, men tú ríkaði okkum øll, meðan tú livdi og minnini kann eingin taka frá okkum, ið stóðu tær nær.
Skaldið sigur víðari í seinastu reglu, ið sipað varð til: “hvíl her í heimlandsmold í mildum sólseturs skini” og er tí eisini hóskandi til tín.
Góða Súsanna! Tú vísti í verki, at tú stóð Anfinni ógvuliga nær og var honum altíð við lið. Eisini hjá tykkum Hans, Sigmund, Símun og Jón Harald má sorgin kennast svár, nú aftur tyntist í systkinaflokkinum.
Í Halgubók Sálma 107, ørindi 28, lesa vit: “men teir róptu til Harran í neyðini” og í ørindi 29: “Hann læt stormin vendast í stilli”.
Hann ið øllum valdar styrki tykkum.
Hvíl í friði Anfinn og takk fyri alt. Ver væl goymdur til uppeisnina góði vinur og systirsonur. Æra verið minnið.
Hans Vilhelm




