Seinnapartin týsdagin tann 12. februar legðist tøgn yvir allan býin. Torleif Sigurðsson var ikki ímillum okkara longur.
Hetta kom sum ein skelkur og kendist óveruligt, tí fríggjadagin sótu vit saman á fundi í Havn við Landsverk um átrokandi mál, og mánadagin skiftu vit orð saman uttan at gruna, at hetta bleiv seinasta samrøða okkara millum.
Torleif var ein klettur í Klaksvíkar Býráð. Hann var siðiligur, reinmeintur, álvarsamur og skemtingarsamur, vildi altíð finna loysnir, og tað var vekt í orðum hansara. Hann segði ikki meir enn neyðugt og var ómetaliga góður at samstarva við.
Vit kendu okkum so tryggan við Torleifi, og hann var hollur í ráðum.
Hann hevur verið í býráðnum síðan 1992, og tað er ongin, sum ivast í, at hansara hjartamál var at arbeiða fyri góðum karmum hjá høvuðsvinnu okkara. Gekk høgt upp í Ídnaðarhavnina í Ánum, sum hann nú gleddist ómetaliga um at síggja tað stóra virksemið, sum longu er har. Torleif sat eisini í fleiri øðrum býráðsnevndum, hann var formaður í Havnanevndini og varaborgarstjóri frá 2001 til 2005.
Vit fara at sakna Torleif nógv í býráðnum, men saknurin verður størstur hjá Elsu Mariu, døtrum, versynum og abbabørnum, sum hann var so góður við. Má Harrin troysta tykkum í stóru sorg tykkara.
Vit minnast Torleif Sigurðsson við stórum takksemi og virðing.
Vegna Klaksvíkar Býráð
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri




