Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minningarorð um Birgit Sólstein,

Oliver Joensen

Klaksvík. Fødd 19. Mai 1961 – andaðist 8. oktober 2008

 19. mai vildi tú verið 48 ár, men henda dag komst tú ikki at uppliva, tí lagnan vildi tað so, at tú ert ikki millum okkum longur.

Frá barnsbeini visti tú longu hvat tú skuldi nýta títt lív til. Tú vildi verða djóralækni. Tú læs bøkur um djór, teknaði hestar og var so áhugað í djórum. Tú ansaði hundum, og teir kendu beinanvegin fløvan av tínum hondum. Tú elskaði eisini kettlingar, og sum smágentur doyptu vit teir. Og sum alt annað tú tókst við, skuldi tað ikki vera onkusvegna, nei, kettudópurin fór fram bæði við sálmi og teim ritualum, sum hoyra dópinum til. Hetta gekk fyri seg inni á wc’ inum hjá tykkum í nýggju húsunum undir Fossum. Føðingardagarnir hjá tær vóru eisini heilt serligir, tí tá sóðu vit film. Tað var sum at vera í biograf, tá “Palle alene i verden” varð vístur á veggin í gongini.

Tú vart málrættað og fór í húspláss hjá djóralækna í Havn. Soleiðis kundi tú onkursvegna fáa betri innlit í djóralæknaverðina. Í studentaskúlanum visti tú eisini hvørji fak, ið veljast skuldu, soleiðis at alt var greitt, tá farast skuldi á landbúnaðarháskúlan í Keypmannahavn. Har fekst tú nógvar vinir, bæði í skúla og í frítíð. Sangrøddina hevði tú so sera vakra, – rein, klár og trygg, og var tann berandi sopranurin í Húsakórinum í Keypmannahavn í fleiri ár. Vit komu víða, og hugaligt var at uppliva konsertferðir og onnur tiltøk saman við tær.

So fekst tú tær kettur. Tann fyrsta æt Annisette og tann næsta Mathilde. Hesar hevði tú við tær yvir til London og hevði tú tær í rættuliga nógv ár. Tær fingu besta heim nakar kann hugsa sær, tí hóast lestrarstuðulin tá ikki var tann stóri, so fingu ketturnar frískan róma at leppa og besta kjøtið frá slaktaranum. Tí høvdu tær so flottan pels, og tær vunnu ofta premiur, tá kettustevnir vóru. Og gávumild var tú sum fáur. Hetta merktu næstringar og vinir tínir, – ikki minst børnini tú onkursvegna varðaði av.

Eftir lokið prógv í 1989 fórt tú til London at arbeiða sum djóralækni. Tá vit hittust, spurdu vit ofta um tú ikki kom heim; men tú treivst so væl, hevði gott starv og dámdi so væl at fáast við tey djórini, sum tú skuldi viðgera.

Árgangur 68/78 á Ziskatrøð hittast fimta hvørt ár til klassaveitslu. Longu nú vita vit, at næstu ferð vit hittast, er eini stólurin tómur. Minnist vit rætt, hevur tú verið til nærum allar veitslur. Tað er traditión, at allir “næmingar” fortelja um teirra gerðandisdag, og tá kom tú altíð við onkrari stuttligari søgu, sum seinastu veitslu, bert hálvt ár áðrenn tú bleivst sjúk, hevði tú onkra søgur um trýbeinta kettu, sum ein ríkdáma ikki vildi avlíva. Tú upplivdi so nógv á djóraklinikkini í London, har tú eisini skuldi leiða 36 starvsfólk.

Tað er alt ov ungt at fara úr hesum heimi einans 47 ár, men tað eru ikki øllum viðurskiftium, vit ráða yvir. Foreldur tíni vóru um teg seinastu tíðina og góðu tær linna. Tí er tað ein uggi hjá mammu og pápa tínum, eins og systkjum og næstringum at vita, at tú livdi lívið fult út. Tú var fakliga dugnalig og innti títt starv við stórbæri – starvið at røkja tignarligu uppgávuna at hjálpa øðrum.
Jarðarferðin var hábærslig og sigandi fyri hvussu tú vart. Christianskirkjan var full og tónar frá symfoniorkestrinum og øllum teimum, ið vóru komin at bera tær seinastu heilsan, ljómaðu upp til himmals. Ein sera vøkur og minnilig jarðarferð

Friður verið við minninum um klassafelagan og vinkonu okkara, Birgit Sólstein.

Vinkonur