Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minningarorð um Magnus Kjelnæs

Jógvan Skorheim

Tað var hugtungt at frætta, at Magnus Kjelnæs var farin um sýn.Eg kom at kenna Magnus gjøgnum Sjálvstýrisflokkin. Hann var altíð trúfastur og sera áhugaður í tí arbeiði, sum bleiv gjørt í flokkinum. Hann var góður í ráðum, hóast hann var sera stillførur av lyndi. Orðini vóru ikki nógv, og ei heldur harðmælt, men tey vóru sigandi og gevandi.

Tað var hugtungt at frætta, at Magnus Kjelnæs var farin um sýn.

Eg kom at kenna Magnus gjøgnum Sjálvstýrisflokkin. Hann var altíð trúfastur og sera áhugaður í tí arbeiði, sum bleiv gjørt í flokkinum. Hann var góður í ráðum, hóast hann var sera stillførur av lyndi. Orðini vóru ikki nógv, og ei heldur harðmælt, men tey vóru sigandi og gevandi.

Magnus var sera trúfastur mótvegis flokkinum, og eisini eg kendi hitan av hansara trúfesti øll hesi árini, eg havi verið virkin í flokkinum. Møtti eg honum á posthúsinum ella uttan fyri Kiosk 700, fall prátið skjótt inn á politikk. Oftast vóru vit samdir, men hann dugdi eisini at vera týðiligur, um hann ikki var samdur við mær. Tað setti eg stóran prís uppá.

Tað var eisini týðiligt, at hann fegnaðist um framgongdina, ið flokkurin fekk seinasta val, og framgongdina, sum er í kommunu okkara.

Trúfesti Magnusar var eisini eyðsýnt í hansara arbeiðslívi á Føroya Bjór, har hann arbeiddi í meir enn 40 ár. Hann gjørdist ein av ímyndunum av Føroya Bjór hesi árini, og var tað daglig sjón, at síggja hann ganga leiðina millum arbeiðsplássið og heimið í Kommunubrekkuni.

Trúfesti hansara fevndi eisini um avrikini fyri KÍ. Magnus var partur av tiltikna 66’liðnum, har hansara partur ikki lá eftir. Magnus var við til at vinna føroyameistaraheitið í 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970 og 1972.

Millum liðfelagarnar í KÍ átti Magnus fleiri góðar vinir. Her átti Magnus ein fantastiskan vin í Karl Gudmund, sum hann dagliga hevði samband við, líka til Magnus sløknaði.

Til jarðarferðina hjá Magnusi, greiddi systkinabarnið, Kári Kjelnæs, frá seinastu tíðini á sjúkrahúsinum. Vitnisburðurin, sum Magnus hevði mótvegis teimum, ið vóru um hann seinastu løturnar, var ótrúligur. Harrin hevði gjørt sítt verk í Magnusi, og tað var hann glaður um at siga øðrum. Hann sá fram til at møta teimum, ið undan honum vóru farin.

Smeiturin av at missa Lissuna var sera stórur. Hann hevði funnið kærleikan, men gleðin varð tíverri stokkut.

Tað rørir mítt hjarta at hugsa um Magnus, og hvussu vakurt hann livdi sítt lív. Hansara stillføri, lítillátni, trúfesti og varni lívsstílur var ómetaliga hugtakandi.

Lívið lærir okkum, at tíðin er stokkut. Løtan er dýrabar, men vónin um ævinleikan er signað.

Eg hugsi um familju Magnusar, og Ási og Jóhanna við familju, sum komu at standa honum nær seinastu árini. Harrin troysti tykkum í tíðini, ið stendur fyri framman.

Signað verði minnið um Magnus Kjelnæs.

Jógvan Skorheim