Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minnislund verður gjørd á Viðareiði

Danial Viðoy

Til tess at vara um minnini og søgur frá teimum, sum eru farin av foldum frá í Viðareiðisbygd, verður gjørd ein minnislund, sum Danial Lydersen er oddamaður fyri. – Hetta er ein minnislund, IKKI ein minnisvarði, leggur upphavsmaðurin dent á.

Sjúrður Joensen hevur staðið fyri gravingararbeiðinum, og hann sigur at enn er onki dagfest, nær minnislundin fer at verða liðug.

Danial Lydersen, sum hevur granskað í Viðareiðissøgu, hevur funnið fram til, hvat kemur at standa á steinunum kring minnislundina. Og undirritaði veit, at hetta hálvavegna er klárt at leggja fyri Viðareiðiskommunu til góðkenningar.

Tá ið tað er góðkent, er klárt at seta minnisplátur á steinarnar við nøvnunum av teim viðingum, sum hava litað Viðareiðissøgu.