Klaksvíkar kommuna heitir á borgarar, sum hava urtagarð, um at klippa av trøum og runnum.
Summarið er farið, og heystið er byrjað at gera um seg á okkara leiðum.
Vit hava havt eitt gott og langt summar, har sera stórur vøkstur hevur verið av trøum og runnum, og blómurnar hava klárað seg sera væl.
Fólk í býnum eru sera røsk at ganga ella renna, men sera stórur skaði kann standast av trøum, sum koma langt inn ella niður yvir vegir. Bæði bilar, fólk og t.d. súkklandi kunnu fáa skaða.
Klaksvíkar kommuna heitir á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.




