Meðan ódnarveður líknandi tí, sum var í 1988, hevur leikað í í Føroyum, hava vit notið nakrar framúrskarandi vikur í Ný Sælandi. Hinumegin jørðina, down under og so langt úr Føroyum, sum tú sleppur.
Meðan ódnarveður líknandi tí, sum var í 1988, hevur leikað í í Føroyum, hava vit notið nakrar framúrskarandi vikur í Ný Sælandi. Hinumegin jørðina, down under og so langt úr Føroyum, sum tú sleppur.
Í landinum, har alt vendir á høvdinum. Har dagur er nátt, har summar er vetur, har vár er heyst, har sólin stendur hægst í norði, har stytsti dagur er stytsta nátt og har tú ikki sært eina tí einastu kendu stjørnumynd millum tær túsundtals stjørnurnar, sum eru frammi hesi kláru kvøldini. Har tað fyrsta tú hugsar, tá børnini ætla sær út, er: Minst til sólkrem heldur enn húgvu, vøttir og styvlar.
Nei, ikki er tað jólaligt, halda vit, gestirnir úr Føroyum. Heilin er ørkymlaður. Vit lesa á facebook og aðrastaðni um jólaskip, jólainnkeyp, jólaheilsanir, jólabakstur, storm, myrkur, stytsta dag og alt annað, sum hoyrir hesi tíðini til okkara megin jørðina, samstundis sum vit smyrja okkum inn í faktor 15, 30 ella 50 – alt eftir, hvussu vælbrúnkað hold vit vilja hava. Tað er sum við dunnuni jólaaftan, harðari hon verður stokt, myrkari verður hon.
Men tað eru jól í Ný Sælandi fyri tað.
Jólagávuinnkeypini her eru akkurát líka sum heima. Ferðsluruðulleiki í býnum, stúgvandi fullar handilsmiðstøðir og ikki frítt, at summar mammur hava hug at stressa um alt, sum skal gerast. Summar av gávunum eru kanska heldur øðrvísi, tí børnini ynskja sær bikini, shorts, snorklar og sandalir. Men sjálvandi eisini iphone, ipad og alt annað, sum byrjar við lítla i. Tí eisini hesu megin jørðina er alt kul, bara tað byrjar við lítla i.
Her í húsinum er summarfrítíðin byrjað fyri stuttum. Børnini hava fingið frí úr skúlanum, og ikki ein tanki skal setast av til skúla, skúlating ella skúlauniform næstu nógvu vikurnar, tí skúlin byrjar ikki aftur fyrr enn síðst í januar ella fyrst í februar.
Børnini gleða seg nógv til jóla, og tað er eitt av teimum fáu tingunum, ið dagliga minnir okkum á, at tað eru jól. Eg standi í køkinum nú og hyggi út. Sólin bakar, hitamátarin á terassuni sigur knøpp 25 stig hendan Tollaksmessumorgun 2013, og klokkan er ikki tíggju. Heima er framvegis 22. desember, tí tíðarmunurin er 13 tímar.
Samstundis síggi eg á facebook, at fleiri gleðast um at hoyra jólaheilsanir frá útisetum, og eg føli eitt lítið prik. Tí tað er jólasiður. Hjá mær eru jólini altíð av sonnum byrjað við jólaheilsanunum frá útisetum og jólakonsertini í Christianskirkjuni.
Løgið er tað at ganga summarklødd, meðan jólaperur hanga uppi í hvørjum vindeyga, adventskransur stendur á borðinum, og nú eru øll fýra ljósini brend. Jólatræið, sum í ár er ektað (okkurt árið hevur tað verið lættari at keypt eitt falskt, tí tað krevur sítt at halda jólatræið á lívi í hesum hitanum), hava børnini prýtt. Tað angar av jólum inni, men ikki av granni kortini, tí tað er eitt annað slag av granntræi enn tað, sum vit vanliga brúka í Føroyum.
Vit hava verið óteljandi túrar á ymsum strondum, siglt við báti millum smáu oyggjarnar tætt við Auckland, fiskað, svomið í sjónum og verið í summarhús á eini oyggj, sum eitur Kawau uttan internet, sjónvarp og onnur tøknilig tól. Hava verið 11 fólk í húsi og verið saman sum EIN familja. Tí tað er tað, sum jólini snúgva seg um. At vera saman við sínari familju. Teimum, sum man er best við. Og tá frástøðan til partar av familjuni er so stórur sum hjá okkum, ber ikki til at seta orð á kenslurnar, sum koma fram av at vera saman við familju. Náttúran er ikki eins veðurbard her, men vøkur, hugtakandi og stórsligin. Sjógvur og himmal kappast um tann vakrasta bláa litin, og gras og trø kappast um at vera grønari. Tá sjógvurin ikki megnar at vera eins bláur og himmalin, tekur hann trumfin fram og gerst til tann flottasta og næstan glas turkislitin, sum eg nakrantíð havi sæð.
Summi trø hava eisini ein trumf eins og sjógvurin. Tey blóma, tí tað er summar og jól og verða reyð. Reyð, sum jólastjørnurnar, sum kunnu keypast í blómuhandlum heima. Hetta træslagið eitur Pohutakawa, men verður ofta kallað New Zealand Christmas Tree, og tað er knallreytt.
Várið er júst farið framvið, og summarið er byrjað. Alt stendur í blóma, og onkursvegna er tað fullkomuliga í tráð við høgtíðina. At Jesubarnið varð føtt og bar boð um vón. Á sama hátt stendur alt í náttúruni í fagrasta blóma hesu megin jørðina og ber boð um vón, samstundis sum tey hátíðarhalda jólahøgtíðina. So kanska tað ER jólaligt kortini.
Vit hava onki konfekt etið, ongar jólakøkur bakað, ongin mandarin er farin niðurum, og jólaaftan verður vanligur gerandisdagur, tí vit pakka ikki upp fyrr enn jólamorgun. Sum yngri sonurin segði ein dagin: “Tey eru mega heppin í Ný Sælandi, tí jólakalendararnir hava 25 lúkur.”
Vit gleða okkum at royna nýggjar jólasiðir, har dunnan er útskift við kalkun, “edelgrannið” er skift út við Ratiata Pine og ístaðin fyri kulda og kava hava vit hita og bakandi sól. Og hvør veit, um hetta kanska er byrjanin til ein heilt nýggjan sið? Tí hetta er fyrstu ferð, at systir mín og eg halda jól saman, síðani hon flutti til Ný Sæland í september 1990. 23 jólahøgtíðir eru farnar framvið, men nú verður tað. Í ár halda vit jól upp á Ný Sælendskan máta. Tað merkir eitt nú, at so skjótt sum børnini hava pakkað jólagávurnar upp jólamorgun, fara róp um sólkrem aftur at hoyrast, tí leiðin gongur til strondina aftaná. At spæla við gávurnar má bíða, til sólin er farin niður um kvøldið.
Øllum har heima verður ynskt eini gleðilig jól.
Solby Christiansdóttir v/familju




