Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Miriam & Bjarnhild í kvartfinalu í Finlandi

Jóhann Lützen

Í gjárkvøldi høvdu tær báðar Bjarnhild Í Buð Justinussen (KBF) og Miriam Í Grótinum (HBF) vunnið sær pláss í fjórðingsfinalu í tvímansleiki í altjóða kappingini Yonex Finnish International 2024.

 

Tað gjørdu tær við at vinna á finskum pari í tveimum settum 21-7, 21-15.

Í dag møta tær einum pari úr Estlandi. Harumframt hevur Miriam eisini vunnið sær pláss í fjórðingsfinalu í blandaðum tvímansleiki saman við grønlendska makkaranum Maluk Tiger, sum hon venur saman við dagliga í KBK í Keypmannahavn. Í fjórðingsfinaluni møta tey einum pari úr Malaysia.

Góða eydnu í kappingini!