Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Miriam og Rúni í finalunum í einmansleiki

Johnny í Grótinum

Tað var ein fegin landsliðsvenjari, Fai Yin Wong, sum tók eitt debrief við Miriam í Grótinum og Rúna Øster í sólini í Kirkwall í dag

 

Tey bæði vunnu sínar hálvfinalur í einmansleiki í badminton ímóti hvør sínum leikara frá Isle of Man.

Miriam gjørdi bart í tveimum settum, meðan Rúni mátti út í eitt triðja og avgerandi sett, har hann vann 21-16. Í finalunum møta tey bæði hvør sínum grønlendskum mótstøðuleikara.

Finalurnar vera fríggjadagin.