Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Misálit á Corbyn

Helgi Abrahamsen

Báðir teir stóru flokkarnir í Bretlandi, Konservativi flokkurin og Arbeiðaraflokkurin, eru í kreppu, eftir at meirilutin av bretum í farnu viku valdu at fara úr ES.

Konservativi stjórnarflokkurin skal hava nýggjan leiðara, men eisini í Arbeiðaraflokkinum er stríð um formanssessin. Tá tingbólkurin hjá Arbeiðaraflokkinum møtist á fundi í morgun klokkan 10, verður uppskot lagt fram um misálit á formannin, Jaremy Corbyn.

Men tingbólkurin einsamallur kann ikki koyra formannin frá. So leingi sum hann hevur undirtøku uttanfyri parlamentið, kann hann verða sitandi sum formaður.

”Tey kunnu royna at gera honum lívið keðiligt og vóna, at hann heldur tað vera ov tyngjandi at hava eitt misálit hangandi yvir sær, men um hann er treiskur, kunnu tey ikki noyða hann frá,” sigur Edward Ashbee, lektari og serfrøðingur í bretskum politikki við Copenhagen Business School, við Ritzau.

67 ára gamli Corbyn hevur verið formaður í Arbeiðaraflokkinum síðani september í fjør, men ónøgdin við hann í flokkinum og eitt tamt valstríð í sambandi við fólkaatkvøðuna, hava fingið 19 av 30 skuggaráðharrum at taka seg aftur og ein er frákoyrdur. Samtíðis hevur eitt stórt tal av valevnum undirskrivað eina áheitan á Corbyn um at leggja frá sær.