Júst nú hava andstøðuflokkarnir lagt fram misálit á løgmann.
Júst nú hava andstøðuflokkarnir lagt fram misálit á løgmann.
Í uppskotinum um misálit skrivað, Bárður á Steig Nielsen, Jørgin Niclasen og Jenis á Rana:
Viðmerkingar:
Vísandi til niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini 19. mai2017 í málinum viðvíkjandi
klagu um løgmann,Aksel V. Johannesen viðvíkjandi avgerð løgmans at lýsa § 14, stk. 2 í
hjúnabandslógini at verða yvirtikna, verður hervið lagt frammisálit á løgmann.
Landsstýrismálanevndin hevur m.a. staðfest, at ”Løgmaðurhevur ikki virt § 46 í
Stýrisskipani ni, tá hann uttan um Løgtingið, hevur tulkað §14, stk. 2 í hjúnalagslógini
yvirtikna at vera. Løgmaður hevur gjørt eitt mistak við attulka § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini
yvirtikna í 2007, tí § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er ikkiyvirtikin, men er felags
mál, og tað eigurløgmaður at virða og taka til eftirtektar.”
Síðani niðurstøðan varð kunngjørd, hevur løgmaður sagt, athann ikki ætlar sær at fylgja
niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini ella at taka hanatil eftirtektar.
At løgmaður ikki virðir Landsstýrismálanevndina, erálvarsamt og merkir, at hann setir seg oman fyri Løgtingið.
Løgtingið er fólkavalda tingið og stendur til svars fyrifólkinum og veljaranum. Løgmaður og
landsstýrisfólk eru tænarar hjá tinginum og standa til svarsfyri Løgtinginum.




