Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Misálit á veg í løgtingið?

John William Joensen

Landsstýrismálanevndin hevur latið eina sera lemjandi frágreiðing sum tyngir landsstýrismannin. M.a. verður staðfest, at samskiftið millum Strandferðsluna og landsstýrismannin tykist óskipað, ógreitt og skiftandi.

Landsstýrismálanevndin hevur latið eina sera lemjandifrágreiðing sum tyngir landsstýrismannin. M.a. verður staðfest, at samskiftiðmillum Strandferðsluna og landsstýrismannin tykist óskipað, ógreitt ogskiftandi.

Brot úr niðurstøðuni:

Løgtingsgrannskoðarnir halda tað als ikki vera nøktandi, atroknskaparviðurskiftini hjá Strandfararskipum Landsins hava verið ógreið ogikki nøktandi. 

Løgtingsgrannskoðarnir átala hvasslig, at landsstýrismaðurinikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandium, at játtanin til stovnin ikki fór at halda.

Løgtingsgrannskoðarnir átala hvassliga at Vinnumálaráðiðikki gjørdi meira fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, tá ið ráðið í oktober2013 sigur seg ikki hava álit á tølunum frá Strandfaraskip Landsins, og atráðið  hóast tað góðkennir greinaroknskaputtan viðmerkingar.

Løgtingsgrannskoðarnir halda tað als ikki verða nøktandi, atsamskiftið millum Strandferðsluna og Vinnumálaráðið/landsstýrismannin tykistóskipað, ógreitt og skiftandi.

Løgtingsgrannskoðararnir halda heldur ikki at játtanar- ogfíggjarviðurskiftini hjá Strandfaraskipum Landsins eru  handfarin nøktandi, hvørki av stovnsleiðslu,ella av aðalstýrinum og landsstýrismanninum.

Misálit

Norðlýsið hevur fritta politisku flokkarnar og tað tykistsum um at verða rættiliga sannlíkt at eitt misálit verður lagt fyri løgtingið ímorgin móti Johan Dahl. Men hetta verður ikki gjørt uttan so at vissa er fyri at tað verður samtykt. Hvørja lagnu tað fær er óvist men møguliga endar máliðí landsstýrismannanevndini.

Formaðurin í landsstýrismálanevndini, Reimund Langgaardsigur at leikluturin hjá nevndini er útspældur í hesum málinum og tað nú er upptil løgtingið, landstýrismannin, løgmann ella landsstýrismálanevnd at takaavgerð um møguligar avleiðingar.

Fyri løtu síðan tók landsstýrismaðurin í tíðindaskrivið allaábyrgd av málinum og ásannaði at hann hevði handlað øðrvísi um hann hevði taðvitan sum hann hevur í dag. Málið hevur longu fingið avleiðingar fyri leiðsluna á Strandferðsluni sum varð koyrd frá.