Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Misjavnt hjá útróðrarbátunum í dag

Oliver Joensen

 Fyri løtu síðani tosaðu vit við Norðsøka, Bragd og Brand. Norðsøki lat bara væl at degnum. Norðsøki var komin suður ímóti Blankskála av túri norðanfyri tá vit tosaðu við hann. Eyðólvur segði at hann skuldi ikki klagað, hann metti at teir mundu hava knapt 10.000 pund í dag, so teir hava ligið har um nú í nakrar túrar. Men, sigur hann, tað er farið at reka og mysingin fyri framman verður hørð, hartil sigur veðurmaðurin frá um 18 metrar um sek. av útnyrðingi ella norði, so helst hava vit fingið weekend, legði hann skemtandi afturat.

Bragd var ikki liðugur at draga tá vit tosaðu við hann Bragd er eisini norðanfyri. Oddmar Niclasen skipari lat illa at, tí tað var rættuliga farið at reka og hann hevði “bollast” í dag og leitaði júst eftir eini ljósboyðu tá vit tosaðu saman. Hetta hevur verið ein góð tíð, men ídag bar ikki so væl til hjá okkum, vit hava kanska eini 5000 pund, men hýsan bleiv burtur her sum vit eru, so tilsamans er tað ikki so væl sum dagarnir frammanundan, segði Oddmar.

Brandur er sunnanfyri. Nei, segði Janus Sørensen skipari, tað hevur onki ligið fyri í dag, eini 4.500 pund. Eg hugsaði at vit fóru at fáa eitt sindur meira, ti vit fingu 6000 pund her fyri tíð síðani og síðani hevur onki verið roynt her sunnanfyri, men tað vísti seg ikki at vera. Janus segði eisini at tað var farið at reka.

Sum skilst, so hevði Líðhamar 5.500 pund í dag og Kallanes 4.500 pund.

Harleywoodpaint