Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Missa alt seinasta hálva tíman

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur gjørt kanningar um, hvat tíðarskeið hjá KÍ er størsti trupulleikin.

Kanningin er gjørd við tí endamáli at finna fram til, hvat tíðarskeið í dystinum er tað besta og hvat er tað vánaligasta hjá kreppurakta KÍ liðinum. Tá vera báðir hálvleikirnir býttir upp í 15 minuttir tíðarskeið. Vit hava býtt kanningina upp í tvey, so ein kann samanbera KÍ undir Páll Guðlaugsson og undir Eyðun Klakstein. Undan kanningini vita vit sjálvsagt, at úrslitini hjá Páll er nakað betri vegna nakrar sigrar fyrstu umførini, hóast hann av teimum seinastu 8 dystunum bara vann tann eina (á heimavølli móti 07Vestur).

Niðanfyri greinina kunnu tølini síggjast við at klikkja á myndina

Viðmerkingar til tølini: Merkisvert er tó at síggja, at KÍ undir Eyðuni Klakstein stendur seg betri í fyrra hálvleiki, har liðið samanlagt vinnur fyrsta hálva tíman og spælir javnt seinasta korterið áðrenn hálvleik. Hjá Páll er javnleikur fyrsta korterið, men annars somu úrslit.

Tað er í seinna hálvleiki og serliga seinasta hálva tíman, at tølini fara heilt hvør sín veg. Undir Páll vann liðið øll tíðarskeiðini í seinna hálvleiki, meðan KÍ undir Eyðuni tapir øll trý tíðarskeiðini. Serliga seinasta hálva tíman er munurin eyðsýndur. Samanlagt tapir KÍ undir Eyðun seinasta hálva tíman heili 13-3.

Hvør er orsøkin?

So kann ein spyrja seg, hví hálvleikirnir eru so ymiskir. At lið javnan missa alt seinasta partin av dystinum skyldast ofta, at antin er venjingarstøðan ikki nóg góð ella er talan um botnlið, ið ikki hevur marginalarnar við sær og tískil ofta missur á stokkinum. Hetta sóu vit t.d. ofta væl hjá AB fyrr í ár, meðan teir seinni í summar vendu tí og fóru at avgera sjálvir seinastu løtuna. Men eisini kunnu aðrar orsøkir vera í ávísum dystum. Men givið er, at skal KÍ yvirliva í deildini í 2013, so skal nógv meir leggjast fyri seinasta hálva tíman, tí tað er tá, at dystirnir blíva avgjørdir. Hagtølini seinasta hálva tíman er einfalt skelkandi vánalig, meðan lítið er at fílast at fyrsta tíman.

Mynd: Anton Højgaard