Missiónsvikan 2014, sum byrjaði í gjár við barnamøti við Finn Johannesen, heldur fram restina av vikuni við hesi skrá:
Týsdagur 4. november
Kl 18.00 Barnamøti v/Beintu og ÁsbjørnBerthelsen.
Barnakórið í KFUM & K syngur.
Døgverði verður aftaná møtið.
Mikudagur 5. november
Kl 19.30 Møti v/Símun P Jacobsen.
Sola Gratia gospel kórið syngur.
Hósdagur 6. november
Kl 19.30 Møti v/Ann Dahl Hansen.
Thaborkórið syngur.
Fríggjadagur 7. november
Kl 19.30 Møti v/Petur Martin Glerfoss.
Jógvan Sámal, Poul Eli, Marner og Jóhannes syngja.
Leygardagur 8. november
Kl 09.00 Morgunmatur.
Kl 10.00 Bíbliutími v/Øssur Kjølbro.
Kl 19.30 Møti v/Margeir Toftegaard.
Fuglafjarðar Manskór syngur.
Sunnudagur 9. november
Kl 11.00 Gudstænasta í Christianskirkjuni.
Kl 14.00 Sunnudagsskúli.
Kl 18.00 Møti v/Hanus á Gørðum.
Kórið í KFUM & K syngur.
Innsavnan verður til arbeiðið í húsinum.
Náttverði verður aftaná møtið.
Kl 20.30 Sang- og vitnimøti.
– – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – – –
Drekkamunnur verður aftaná møtið mikukvøld til leygarkvøld.
Fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið verður skipað fyri barnaansing, so ongum nýtist at sita heima. Høvi verður givið til samtalu og forbøn.
Øll eru hjartaliga vælkomin !




