Pól Johannesen, missionerur í KFUM & K seinastu fýra fimm árini, sigur at KFUM & K nú fer at royna seg við nýggjum átaki.
Tað hevur verið vanligt hjá KFUM & K at hava eina missiónsviku um árið.
Vit hava nú avgjørt at broyta hetta soleiðis, at vit byrja komandi vikuskiftið við missiónsviku í KFUM & K og síðani verður í tvær eftirfylgjandi vikurnar farið út á bygd í Norðoyggjum.
Vit halda, at bygdirnar eisini skulu fáa lut í átakinum og tí fara vit nú at royna hetta.
Sum sæst aðrastaðni í blaðnum, so eru tiltøkini mong ymisk, eitt nú eru familjumøti, barnatiltøk, konsertir og annað.
Seinasta vikuskiftið høvdu vit líkasum eina byrjan, sum heldur fram hetta vikuskiftið og síðani verða tvey vikuskiftið sett av til bygdirnar fyri síðani at brúka seinasta vikuskiftið í hesum missiónsmánaðinum í KFUM & K í Klaksvík.
Vit hava stak góðar møguleikar í KFUM & K og salurin tekur eini 300 fólk.
Vit fáa nógvar vitjanir aðrastaðni frá í Føroyum til hetta tiltakið hjá okkum og eitt av hæddarpunktunum verður ivaleyst konsertin í Christianskirkjuni, tá vit fara at hoyra eitt kór, samansett av eini 150 sangarum og harafturat eisini eitt barnakór.
Vit skulu heilsa og siga, at øll eru hjartaliga vælkomin til tiltøkini.




