Missiónsvikan í KFUM&K í Klaksvík byrjar í kvøld klokkan 18.00 við barnamøti, sum Jóhanna Christiansen stendur fyri. Missiónsvikan heldur á fram alla vikuna við m.a. væl lýdda Johnn Hardang úr Noregi.
Missiónsvikan í KFUM&K í Klaksvík byrjar í kvøld klokkan 18.00 við barnamøti, sum Jóhanna Christiansen stendur fyri. Missiónsvikan heldur á fram alla vikuna við m.a. væl lýdda Johnn Hardang úr Noregi.
Árliga missiónsvikan í KFUM&K er í ár eitt sindur serstakari í ár enn árini frammanundan. Stóri salurin hevur fingið eina ordans umvæling, umframt at ein nýggjur pallur er gjørdur. Umvælingin er so at siga liðug, hóast onkur smáting eru eftir.
Nógvar góðar kreftir hava verið við til at umvæla salin. Nógv náttararbeiði hevur staðist av hesum og trýstið hevur verið stórt hesa seinastu vikuna undan missiónsvikuni. Men nú tykist alt at vera klárt til hendingarrríku vikuna.
Skráin hevur nógv at bjóða. Eitt nú verða tvey kvøld við barnamøtum, tvey møti, har normaðurin Johnn Hardang luttekur og eitt ordans ungdómskvøld upp undir endan av vikuni, og nógv, nógv annað:
Mánadagur 26. oktober
Kl. 18.00 Barnamøti við Jóhannu Christiansen, Klaksvík
Kl. 19.30 Bønarmøti
Kl. 20.00 Møti við Johnn Hardang úr Norra. Streingjakórið í KFUM & K syngur
Týsdagur 27. oktober Kl. 18.00
Barnamøti við Elsu Østegaard, Hoyvík
Kl. 19.30 Bønarmøti Kl. 20.00
Møti við Johnn Hardang úr Norra. Beinta Napoleonsdóttir syngur.
Mikudagur 28. oktober
Kl. 19.30 Bønarmøti
Kl. 20.00 Møti við Annelisu Rasmussen, Strendur. Sola Gratia gospelkórið syngur
Hósdagur 29. oktober
Kl. 19.30 Bønarmøti
Kl. 20.00 Møti við Alfred Olsen, Saltnes, Jórun Pólsdóttir syngur
Fríggjadagur 30. oktober
Kl. 19.30 Bønarmøti
Kl. 20.00 ”Ungdómstreff” við Jónleif Danielsen, lovsangsbólkur verður við
Leygardagur 31. oktober
Kl. 09.00 Morgundrekka
Kl. 10.00 Bíbliutími við Sólbjørg Símunarson, Argir
Kl. 19.30 Bønarmøti
Kl. 20.00 Møti við fólki úr Hvalvík/Streymnesi, sum tala og syngja
Sunnudagur 1. november
Kl. 11.00 Alla halganagudstænasta
Kl. 14.00 Sunnudagsskúli
Kl. 17.30 Bønarmøti
Kl. 18.00 Møti við fólki úr Hvalvík/Streymnesi, sum tala og syngja. Innsavnan verður til arbeiðið í húsinum. Náttverði verður aftaná møtið.
Kl. 20.30 Ungdómsmøti/eftirmøti við ymiskari talu og sangi.




