Tíðliga í morgun lógu útróðrarbátarnir Norberg og Vár á botni við heimaru kaj
Sløkkiliði legði oljusperringar út men hetta var gjørt fyri at tryggja at olja ikki slapp at reka út á vánna.
Sagt verður at nakað av olju lak úr bátunum, men ikki tað heilt stóra.
– Einki vatn var í bátunum gjárakvøldið og umstøðurnar annars hava verið góðar at liggja við bryggju. Tí hava vit boða løgregluni frá tilburðinum – tí mistanki er um herverk, var sagt á bryggjuni í morgun.
Sum skilst verður arbeitt við at finna eina loysn so bátarnir verða burturbeindir. Teir liggja og rotna við bryggjuna – men royndirnar siga at hetta er ein tung leið at ganga tí pant er í bátunum og skal alt gjøgnum sakførara.




