Tá Viðingar vórðu liðnir við flallið í Villingardali hósdagin og vóru á veg til hús, tók ein glaða Grømmabátin, sum Vátiklettur hevði upp á sleip.
Sørin Petersen, bóndi á Viðareiði greiðir frá, at teir vóru á fjalli í Villingadali hósdagin. Veðrið var sera gott uppi á landi, ættin var helst útsynningur sunnan, túrt var eisini, men vit sóu at vindur var báðu megin við landinum.
Vit høvdu ein stóran bát, Vátilkettur og ein glasfiburbát Grømmabátin við okkum. Tá vit høvdu fingið fólk og seyð í Vátaklett, varð Grømmabáturin tikin upp á sleið, hóast tosað varð um tað, so var ikki hildið ráðiligt at fólk fór í Grømmabátin, tí vindurin sýntist at vaksa. Vit fóru so oman við landinum móti Eiðsvík, men komnir millum tangan og Urina kom ein ógvuslig glaða. Grømmabáturin fór mest sum upp eftir enda í nógva vindinum, ikki minni enn 50 metrar um sekundið, endin slitnaði og Grømmabáturin legðist tvørur og fylltist við sjógv.
Vit gjørdu eina roynd at venda við Vátakletti, men vindurin var so nógvur og hann legðist so mikið nógv á liðina, at ráðiligt var ikki hildið at venda aftur, so vit gingu bara frá Grømmabátinum og komu aftur á land í øllum góðum.
Í gjár fann Fiskimúli Grømmabátin aftur, einar fýra fjórðingar úr Fugloynni og fýra fjórðingar úr Viðoynni, men sum eg havi skilt, so fingu teir ikki fatur á bátinum, tí veðrið var so ringt.
Tá endin slitnaði á Grømmabátinum vóru vit sum sagt ímillum tanga og Urina og bert einar 50 metrar úr landi.




