Í sambandi við at Eplafestivalurin er á Sandi 1. oktober, fer eitt forvitnisligt átak í gongd á facebook. Átakið eitur “mítt yndisstað á Sandoynni” og byrjar tann 30. september.
Á síðuni fara 4 stuttir filmar at hava heimsfrumframførslu. Filmarnir eru um sera ymisk fólk, sum hava valt at búseta seg á Sandoynni. Tey greiða frá sínum yndisstaði á Sandoynni, og hví hetta er teirra yndistað. Samstundis fáa vit eisini eitt sindur at vita um, hvussu tað er at búgva á Sandoynni.
Á síðuni er eisini ein kapping, sum øll í Føroyum kunnu luttaka í. Kappingin byrjar tann 1 oktober og endar tann 18 oktober, har vinnarin verður kosin. Tað, tú skalt gera fyri at vera við í kappingini, er at leggja eina myndaskjáttu út á okkara facebooksíðu www.facebook.com/yndisstad (síðan er virkin fríggjadagin tann 30.september) við í mesta lagi trimum myndum av tínum yndisstaði á Sandoynni.
Myndin ella myndarøðin, sum flestum fólkum “dámar”, vinnur eina nátt á Hotel Skálavík fyri tvey við morgunmati! Stuðla hevur Smyril Line.
Tað er Vakstrarætlanin Sandoy, sum stendur fyri átakinum.
Um tit vilja hava meira at vita setið tykkum í samband við
Eir í Ólavsstovu tlf. 712232




