MÍTTLAND: Føroyski festivalurin í Danmark byrjar í morgin. Fyrireikingarnar eru í hæddini í góðveðrinum og væl gongst at rigga til.
MÍTTLAND: Føroyski festivalurin í Danmark byrjar í morgin. Fyrireikingarnar eru í hæddini í góðveðrinum og væl gongst at rigga til.
Føroyski portalurin mittfo.fo, sum í høvuðsheitum skrivar um føroyskar útisetar, hevur verið á Amagerstrand og loddað dýpið í dag. – Tað stóra tjaldið er komið upp.
Inni í stóra tjaldinum fer tað allarmesta at ganga fyri seg. Har verða konsertirnar, borð og stólar hvíla sær beinini. Tjaldið er so mikið stórt, at tað verður óneyðugt at ganga uttanfyri í kvøldarkuldanum.




