Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjólk koyrd burtur í stórum nøgdum

John William Joensen

Bóndin á Heygnum á Viðareiði koyrdi 2300 litrar av mjólk burtur sunnudagin.

Niels Jákup Absalonsen, bóndi á á Heygnum á Viðareiði hevur í løtuni 29 mjólkineyt og her kemur verkfallið sera illa við.
– Neytini skulu mjólkast hvønn dag, sjálvt um verkfall er, og vit kunnu ikki goyma mjókina meira enn tríggjar dagar. Í gjár koyrdu vit so 2300 litrar av mjólk burtur og er hetta einki minni enn ein katastrofa, sigur bóndin sera avgjørdur.
– Tað virkar fyri mær sum um fakfeløgini við vilja hava fólk umborð á strandfaraskipunum fyri á tann hátta at hava eitt sindur av makt.
– Um allir almennu stovnarnir stongdu so hevði samfelagið koyrt víðari uttan at vit merktu nakað sum helst og tí hevur tað stóran týdning fyri Starvsmannafelagið at ferjurnar liggja.
– Tað kann ikki vera rætt at hvørja ferð verkfall er, so vera vit, sum búgva uttanfyri miðstaðarøkið harðast rakt og tað er upp á tíðina at løgtingslimir steðga áganginum frá fakfeløgunum.
– Tað er ótrúligt at eingin í miðstaðarøkinum skal merkja nakað til at Starvsmannafelagið er í verkfallið og eg vil fara so langt sum at kallað hetta fyri ágang móti útjaðaranum.
 
Vónleyst at fáa mjólkina til høldar
Bóndin á Heygnum sigur við Norðlýsið at teir ikki hava aðrar møguleikar enn mjólkabilin.
– Tað er vónleyst at leiga tangar til at flyta mjólkina tí tað er alt ov dýrt og tí noyðast vit at koyra mjólkina burtur so leingi sum verkfallið stendur við.

Tað eru tríggir mans sum hava fast tilknýti til garðin á Heygnum á Viðareiði og hóast teir hava nokk av fóður í løtuni so fer tað eisini at ganga undan um verkfallið heldur fram, sigur bóndin at enda við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl