Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir á einum vegamóti

John William Joensen

Umframt ættarliðsskiftið í felagnum skal felagið eisini taka støðu til um vit skulu hava færri útlendingar og fleiri ungdómar á fremstu liðunum

Trúgvi Poulsen, sum í mong ár hevur verið ein av fremstu leikarunum hjá Mjølnir sigur at hann nú fer at geva pláss fyri yngri kreftum.
– Eg havi leingið havt ætlanir um at trappa flogbóltin niður, og í ár havi eg eisini verið nógv darvaður við skaða. Hetta vísir kanska eisini at ein ikki longur er í so góðari venjing sum ein plagdi at vera og tí er tíðin komin til at geva pláss fyri yngri kreftum.

Kappingin í ár.
Um vikuskiftið fekk Mjølnir so silvurmerkið í landskappingini og fyri stuttari tíð síðan fingu teir silvurmerki í steypakappingini, og hóast tað er eitt úrslit sum eingin orsøk er at smæðast um, so kennist tað sum eitt afturstig tá ein hevur verið meistari sigur Trúgvi Poulsen.
– Eisini seinasta leikumfar var eitt sindur keðiligt tí alt var jú avgjørt frammanundan so hóast vit fingu silvurtekin hongd um hálsin so kendist tað ikki sum naka serligt.
– Men hóast tað so haldi eg at vit kunnu fegnast um at teir ungu leikararnir í felagnum hava fingið meira spælitíð í ár og tað kann koma til góðar komandi kappingarár.
– Vit eiga fleiri góðar ungar leikarar og tí er tað umráðandi at teir eisini sleppa framat at royna seg

Ættarliðsskiftið og útlendingarnir
Trúgvi Poulsen heldur at nú eitt ættarliðsskiftið er á veg eigur felagið eisini at taka eina støðu um hvønn veg felagið fer.
– Mjølnir hevur havt tann trupuleikan at tað vóru eini 6-8 ár har tilgongdin av yngri leikarum ikki var nóg góð. Vit síggja at vit eiga fleiri leikarar niður til 26 ár men síðani er eitt langt lop niður til teir 18 ára gomlu.
– Í løtuni hevur Mjølnir tveir útlendingar á  mansliðnum og tveir á kvinnuliðnum, tvs. at ein triðingur av leikarunum eru útlendingar, og tað er spurningurin um tað er so heppið.
– Tað er klárt at tá tú keypur útlendingar hendan vegin so mugu teir eisini fáa leiktíð og tí er tað eisini trupult at skifta teir út í einum dysti og tí eru tað bert fýra pláss hjá yngruleikarunum at skiftast um.

Trupul avgerð
Trúgvi Poulsen heldur at tað ikki er nøkur løtt avgerð at taka um ætlanin er at gevast at brúka útlendingar.
– Tað er ikki ein løtt avgerð hjá einum sigursvandum felag sum Mjølnir at velja at sleppa útlendingunum, tí hetta kann síggjast aftur í úrslitunum fyrstu tvey árini.
 – Men upp á sigt trúgvi eg at vit fáa ágóðan av hesum, og tí haldi eg at flogbóltsambandið átti at broytt reglurnar um útlendingar soleiðis at feløgini bert høvdu loyvi til at hava ein útlending á liðnum.

Marjun samd við Trúgva
Marjun Kalsø er eisini samd við Trúgva Poulsen um at vit eiga at minka um talið av útlendskum leikarum.
– Tað er eingin loyna at útlendingarnir sum spæla í landskappingini hava verið við til at hækka støði í flogbóltinum og serliga teir útlendingar sum hava verið venjarar, hava stóran part av æruni fyri tí menning sum hevur verið í flogbóltinum.
– Men eg haldi at spurningurin er um vit hava ráð til at hava fleiri útlendingar i hvørjum felag, og tað at feløg hava tveir útlendingar á hvørjum liði er í so nógv.
– Eg haldi at teir dominera ov nógv í føroysku kappingini og tí er spurningurin um tíðini ikki er komin til at vit eiga at loyva ungu talentunum inn í staðin fyri.
– Eg haldi í hvussu so er at tað ikki tænir nøkrum at útlendingarnir gerast fleiri og tí stuðli eg uppskotinum  um at vit seta talið á útlendskum leikarum niður í ein ístaðin fyri tveir sum tað er í dag.
– Nú skal hetta ikki skiljast sum at vit ikki vilja hava útlendingar, tí teir hava sjálvandi stóran týdning men eg haldið tað hevur týdning at vit spyrja okkum sjálvi hvat vit vilja við føroysku leikarunum.