Menninir hjá Mjølni spæla sín fyrsta landskappingardyst í Badmintonhøllini leygardagin kl. 16.00
Um vikuskifti fer flogbólturin ígongd. Menninir hjá Mjølnir spæla leygardagin á heimavølli móti ÍF, ímeðan kvinnurnar spæla sunnudagin í Kollafirði ímóti KÍF.
Á liðnum hjá monnunum hevur verið nakað av útskifting. Mjølnir hevur fingið nýggjan leikandi venjara úr Avstralia og eisini er Trygvi Hansen komin til felagið. Dysturin leygardagin verður ímóti ÍF, sum gjørdust meistarar í fjør, so talan verður um ein truplan dyst.
Vónandi møta mong fólk upp, at stuðla okkara monnum í Badmintonhøllini.



