Í gjár vann Mjølnir 3-0 móti Drátti og er nú 7 sett framman fyri TB í kappingini um FM-heitið
Tey baði oddaliðini, Mjølnir og TB møtast ikki aftur í ár og tá baði liðini eru jøvn í stigum er nógv sum bendir á at sett munurin verður avgerandi fyri hvar meistarahetið endar.
TB vann 3-2 á ÍF í gjár og tí eru nú sjey sett á muni millum Mjølnir og TB.
Kvinnurnar úr Mjølnir hava tríggjar heimadystir eftir, KÍF, SÍ og ÍF.
Seinasti dysturin í ár verður í KÍ-høllini móti ÍF og tá havt verður í huga at TB hevði stórar trupuleikar av fuglfiringunum, so er einki avgjørt enn.




