Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir A vann g14 b bólkin

Jóhann Lützen

Fleyr skipaði fyri FK kapping fyri yngri deildir í Tórshavn um vikuskifti. Einans Fleyr hevði meira tilmeldaði lið enn Mjølnir

Ungdómsarbeiði hjá Mjølnir gongur við rúkandi ferð. Hesaferð vóru 19 lið meldaði til FK kappingina, sum Fleyr skipar fyri á hvørjum ári fyri ungdómin. Umframt lokalar venjarar hevur Mjølnir eisini báðar útlendingarnir ávíkavist Alina Adamenya og Cristian Imhoff, at venja ungdómsliðini. 

Hugaligt var at síggja, at fleiri dreingjalið vóru tilmeldaði hesaferð. Tað hevur verið soltið seinastu árini, men við miðvísa ungdómsarbeiðinum sær munandi betur út á dreingjasíðuni eisini. 

Genturnar á myndini hava leikt saman í fleiri ár, tær hava allar aldur at leika í g12, men vunnu altso g14 b bólkin. Sera flott.