Eftir at hann í fjør vetur leikti á meistaradeildarliðnum hjá Mjølni, verður 31 ára gamli Stanislav Hristov nú leikandi venjari hjá liðnum, sum samstundis verður styrkt við 27 ára gamla Vladimir Dimitrov, sum eins og Stanislav kemur úr Bulgaria.
Sunnudagin komu fimm fólk úr Bulgaria til Føroya í flogbóltsørindum. Tey eru øll nú búsitandi í Klaksvík, her fýra teirra í vetur verða virkin í Flogbóltsfelagnum Mjølni.
Ein av teimum, sum eisini var her í fjør vetur, er Stanislav Hristov, sum tey í Mjølni vanliga bara nevna Stan.
Stan, sum seinast í hesum mánaðinum fyllir 31 ár, leikti í fjør við meistaradeildarliðnum hjá Mjølni, meðan ein annar landsmaður hansara, Gencho Genchev, var leikandi venjari.
Tað gekst ikki heilt eftir vild hjá monnunum í fjør, og samstarvið við leikandi venjaran varð heldur ikki longt, men Stan hevði hug og mót at royna av nýggjum, og úrslitið gjørdist, at hann og Mjølnir samdust um, at hann í komandi kapping verður leikandi venjari.
Saman við honum úr Bulgaria er nú komin annar leikari, tann 27 ára gamli Vladimir Dimitrov.
Eins og Stan er Vladimir álopsleikari og móttøkuspælari, so talan er um leikarar, sum bæði kunnu styrkja verju og álop hjá Mjølni.
Hevur gott mót
um kappingina.
Hetta er fyrstu ferð, Stan skal royna seg sum venjara, men hinvegin hevur hann drúgvar royndir sum leikari á høgum altjóða støði.
Stan tykist hava gott mót um uppgávuna:
– Eg trúgvi, at vit hava góðar møguleikar fyri einum oddasessi í vetur, segði hann millum annað, tá vit hittu hann eftir eina venjing í vikuni.




