Kvinnuliðið hjá Mjølni hevur verið einaráðandi í ár og hesin stimin heldur fram. Í gjár vunnu tær ein tryggan 0-3 sigur á KÍF. Tær eru í steypafinaluni og eru væl á veg í finaluna um meistaraheitið.
Kvinnuliðið hjá Mjølni hevur verið einaráðandi í ár og hesin stimin heldur fram. Í gjár vunnu tær ein tryggan 0-3 sigur á KÍF. Tær eru í steypafinaluni og eru væl á veg í finaluna um meistaraheitið.
Settúrslitini hjá Mjølni vóru í gjár vóru merkiliga nokk øll 16-25.
Nú stigini hjá liðunum eru býtt í helvt, hava Mjølnir-kvinnurnar 27 stig eftir 16 dystir. Ikki kann sigast annað enn, at kvinnurnar hjá Mjølni hava verið framúr í ár. Tær hava ikki tapt ein einasta dyst. 16 dystir og 16 sigrar.
Á øðrum plássið liggur SÍ við 20 stigum, men við bert 15 dystum. Á triðja plássið liggur Fleyr við 20 stigum við 16 dystum. Málini skilja SÍ og Fleyr.
Næsti dystur hjá kvinnunum hjá Mjølni er komandi sunnudag á heimavølli ímóti TB, sum liggur á fjórða plássi.
Spurningurin er so um TB megnar at steðga Mjølnir-kvinnum. Tað er ið hvussu er eingin ivi um, at Mjølnir eru stórfavorittur at vinna næsta dyst.




