Seinasti dysturin hjá monnunum er móti Fleyr í Badmintonhøllini í dag
Mjølnir er oddalið í Meistaradeildini og spæla seinasta dystin í kappingarárinum í dag. Fleyr kemur á vitjan. Hetta er seinastu kjansur at síggja Mjølnir á heimavølli í ár.
Dysturin hevur onga ávirkan á stigatalvuna. Mjølnir skal spæla FM finalur um páskirnar móti ÍF og Fleyr endar á einum triðja plássi. Hetta er eisini ein góður møguleiki hjá teimum ungu leikarunum, at fáa nakrar bóltar og harvið eitt sindur av royndum.
Dysturin verður í Badmintonhøllini og byrjar kl. 15.00
Kvinnurnar spæla í Sørvági móti SÍ í dag



