Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir fingið flúgvandi byrjan

Jóhann Lützen

Greipuvinnararnir hava fingið eina dreymabyrjan og hava vunnið fyrstu tríggjar dystirnar

Mjølnir vunnu ígjárkvøldið 3-0 á útivølli móti Fleyr. Talan varð um tættan dyst og sum heild tykist meistaradeildin hjá monnunum javnari í ár enn undanfarin ár. 

Mjølnir høvdu tveir profilar uttanfyri við skaðum. Steffan Rosenlund og Páll Heðin í Grund fingu skaða leygardagin í Sørvági og leiktu tí ikki. Hinvegin fekk Jón Syderbø sínar fystu minuttir í ár og hann tóktist væl fyri. Hansara arbeiðsinnsatstur liggur aldrin eftir og smittar hann viðleikararnar. 

Mjølnir hevur nú leikt móti hinum trimum mótstøðuliðnum og hevur vunnið tey øll. Spennandi verður at vita um menninir klára at halda fast í góðu gongdini.

 

Fleyr – Mjølnir (0-3). Settúrslitini vóru: 20-25, 24-26 og 28-30

Harleyfacadeacryl