Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir firmakaping

Oliver Joensen

Mjølnir skipar leygardagin 6. mai 2006 fyri firmaflogbóltskapping í KÍ-høllini í Klaksvík.

Hetta er triðja árið at Mjølnir skipar fyri slíkari kapping. Undirtøkan hevur verið vaksandi, so vantandi verður løttøkan enn størri í ár, nú møguleikin at koma og fara er betri enn nakrantíð. At tað er ókeypis at ferðast um firðir og sund, til 7 mai, fer óiva at gera kappingina meira áhugaverda. Tí jú fleiri lið luttaka  verri verður at vinna.
 
Tað eru vanligar flogbóltsreglur galdandi fyri kappingina. Reglernar fyri luttøku eru hesar:
 
·        Fyri at kunna leika skal minst ein kvinna vera á liðnum
·        Tað er bert loyvt at nýta ein leikara sum hevur leikt við meistaradeildini hjá kvinnum ella monnum tað seinasta árið.
 
Tilmeldast skal á teldupostbústaðið:
 
          hjarta@kallnet.fo
 
ella á tlf. 227931 (Trygvi) ella tlf. 224214 (Eystein)
 
Luttøkugjaldið er kr. 2.000,00 fyri hvørt liðið. Virkir hava møguleika at melda fleiri lið til um áhugi er fyri tí.
 Byrjað verður kl. 09.00