Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir ger ein innsats fyri at mennast: Danskur talentvenjari vant bestu lið Mjølnirs

Norðlýsið ÍTROTTUR

Hjálparvenjarin hjá danska manslandsliðnum og fyrrv. høvuðsvenjarin hjá danska kvinnulandsliðnum, Sven Brix, hevur um vikuskiftið vant bestu kvinnu og mansliðini hjá Mjølni.

Henda servenjing er liður í arbeiðnum hjá Mjølni at menna bestu leikararnar og liðini hjá felagnum, upplýsa Eyðbjørn Andreasen, formaður, og Marjun Kalsø.

Sven Brix hevur um vikuskiftið givið fremstu leikarum felagsins eina intensa venjing, har hann samstundis hevur eygleitt hesar og mett um teirra dygdir og veikleikar, sum hvør einstakur leikari og felagið kunnu arbeiða víðari útfrá.

Vit hittu Sven Brix saman við Eyðbjørn Andreasen og Marjun Kalsø í badmintonhøllini um 3-tíðina seinnapartin sunnudagin, tá ið hann var á veg vestur á flogvøllin.

Bæði umboðini fyri Mjølnir og Sven Brix sjálvur vóru væl nøgd við tað, sum tey høvdu fingið burturúr tiltakinum.

Sven upplýsti, at hetta er fjórða ferðin, at hann vitjar í Føroyum. Hann kom at kenna føroyingar – eitt nú Klæmint Isaksen, Kristinu Nolsøe og Marjun Kalsø – fyri nógvum árum síðan ígjøgnum flogbóltin, og hava tey varðveitt hetta sambandið síðani.