Leygardagin kl. 13.30 spæla kvinnurnar hjá Mjølnir sína 8. steypafinalu. Finalan er ímóti Fleyr.
Steypakappingin í flogbólti var á fyrsta sinni í 2000. Av teimum 14 finalunum hevur Mjølnir verið í 7 og spælir í morgin sína 8. steypafinalu. Mjølnir hevur vunnið steypakappingina 6 ferðir.
Mótstøðuliðið er Fleyr, sum hevur verið í einari steypafinalu, sum tær taptu. Fleyr hevur tó verið við í toppinum í landskappingini seinastu árini, har tær tó altíð hava verið ov stuttar móti Mjølnir. Í ár hevur Mjølnir mist fleiri av sínum bestu leikarum frá seinnu árunum. Mjølnir hevur eisini spælt nógv fleiri javnar dystir í landskappingini og eisini tapt sín fyrsta landskappingardyst í fleiri ár, so liðið úr Klaksvík er neyvan eins sterkt sum tað, sum hevur spælt tær seinastu finalurnar.
Í landskappingini er Mjølnir á odda, meðan Fleyr er nummar tvey. Munurin er 3 stig, men Fleyr hevur ein dyst minni leiktan frá undanspælinum og kann koma enn nærri Mjølnir. Talan er sostatt um tey bæði sterkastu liðini í kappingini hetta kappingarárið.
Finalan byrjar kl. 13.30. Mjølnir skipar fyri ókeypis bussferð. Koyrt verður frá Badmintonhøllini kl. 11.30.




