Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir í góðum formi til hálvfinalurnar

Jóhann Lützen

Bæði kvinnurnar og menninir hjá Mjølnir vunnu sínar dystir í dag

 

Í hesum døgum skiftast liðini at spæla í ávíkavist Føroya Tele deildini og Bónus kappingini. Hálvfinalur í Bónus kappingini standa fyri framman komandi vikuskifti í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Í dag var umfar í Føroya Tele deildini. Menninir vunnu 3-0 á Fleyr í Tórshavn, ímeðan kvinnurnar gjørdu eitt ordans comeback á heimavølli. Tær vóru 2-0 afturút í settum móti TB, sum hevur tveir útlendingar á liðnum. Mjølnir megnaði at javnað til 2-2 og síðani eisini vinna fimta og avgerðandi setti 15-13. 

Hetta eru seinasti dystirnir hjá bæði Mjølnir kvinnunum og monnunum undan hálvfinalunum í Bónuskappingini, sum verða leiktar leygardagin 10. februar í Badmintonhøllini í Klaksvík. 

 

Kvinnur Føroya Tele deildin.

Mjølnir 3-2 TB: Settúrslit – 23-25, 18-25, 25-16, 25-21 og 15-13

 

Menn Føroya Tele deildin

Fleyr 0-3 Mjølnir: Settúrsit – 16-25, 23-25 og 14-25