Leygardagin og sunnudagin verða KÍ-høllin og Badmintonhøllin karmar um árliga Mjølnirkappingina, stuðlað av Banknordik, fyri yngru deildir. Øll feløgini hava meldað lið til, og tey ungu kappast í aldursbólkarnar Kids 1-3, dreingir og gentur 12-16 og mans- og kvinnuunglingar. Byrjað verður kl. 9 leygarmorgun, og kappingin heldur fram allan leygardagin og byrjar aftur sunnudagin kl. 13 við Kids-kappingunum. Ókeypis atgongd fyri áskoðarar verður til kappingarnar, og Mjølnir selur kaffi, te, rugbreyðstoast og køku.
Øll eru hjartaliga vælkomin.




