fríggjadagin klokkan 14 undir skýlinum við fótbóltsvøllin
Dreingir 16 ár hjá Mjølni savna pengar til uttanlandsferð.
Tað hevur gingið sera væl hjá dreingjunum hjá Mjølni í kappingini í vetur, og nú ætlar liðið at fara uttanlands at royna seg í kappingum har. Enn liggur ikki heilt fast, hvar teir fara, men venjararnir hava gott samband við danska flogbóltssambandið, so helst melda teir seg til eina ella fleiri kappingar í Danmørk.
Til at fíggja ferðina verður skipað fyri køku- og mattombola undir skýlinum við fótbóltsvøllin fríggjadagin klokkan 14.




