Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir kvinnurnar aftur í oddinum

Jákup Ósá

Vóru um reppið at vinna Fleyr kappingina í dag.

Okkurt bendur á, at flogbólturin í Klaksvík gongur einum spennandi vetri ímóti. Í dag var fyrsta stóra kappingin í vetur, Fleyr kappingin í Tórshavn. Besta kvinnu- og mansliðið hjá Mjølnir er styrkt í mun til í fjør við m.a. lokalum landsliðsleikarum, sum hava verið uttanlands undir lestri. Og hetta munar hjá liðum, sum seinnu árini í stóran mun hava bygt nýggj lið upp. 

Mjølnir menninir vunnu allar sínar dystir og sostatt kappingina, sum vit skrivaðu um fyrr í kvøld. Hjá kvinnunum eydnaðist tað eisini at koma í finaluna, men í einari sera spennandi finalu tapti Mjølnir bæði settini 26-24 til Fleyr og harvið dystin.

Skal Fleyr kappingin takast sum útgangsstøðið, so vera bæði liðini hjá Mjølnir í bestu deildunum partur av toppstríðnum í ár. 

Mynd: Mjølnir meistaradeild kvinnur á facebook