Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Mjølnir menninir vunnu 3-0 í tøttum settum

Oliver Joensen

Í dag vitjaðu menninir hjá Fleyr í Klaksvík. Mjølnir vann dystin 3-0. Hóast hetta, so var talan um tøtt sett, tí Fleyr vann 21,21 og 22 bóltar.

Leikandi venjarin hjá Mjølnir Phil Freere sat uttanfyri við hondskaða. Fitt av fólki hevði leitað sær í Badmintonhøllina, sum er skapt til flogbóltsítróttina. 

Við sigrinum liggur Mjølnir langt á odda við 21 stigum fyri 7 dystir. 

 

 

Niðanfyri er myndarøð frá dystinum.